Hollendararnir, sum komu við kavbátinum til Havnar tann 17. apríl, hava rættiliga gjørt um seg í býnum um páskirnar.
Ein av teimum hevði sparkað eitt spegl av einum bili, og ein annar hevði brotið tveir rútar í tveimum húsum í býnum. Báðir gerningsmenninir vórðu tiknir og fingu bót og endurgjaldskrav frá løgregluni.