Hollendskur avloysari fyri Shearer

 
Álopsessið hjá enska felagnum Newcastle, Alan Shearer, gevst at spæla fótbólt í summar, og nú leitar Newcastle eftir einum nýggju spælara til álopið hjá sær. Sky Sports vil verða við, at hollendski álopsspælarin Dirk Kuyt kann gerast hesin avloysari. Kuyt hevur skotið 21 mál fyri Feyenoord í hollendsku kappingini í ár, og fleiri europeisk stórfeløg hava sýnt honum áhuga.- Eg havi biðið okkara talentsneytara David Mills hugt nærri eftir Kuyt, sigur Glenn Roeder, venjari hjá Newcastle, við Sky Sports.