Holocaustdagurin 2024 verður hildin fríggjadagin 26. januar, tá stroymt verður úr Vestmanna skúla, sum er vertsskúli hetta skúlaárið.
Amnesty International og Nám hava gjørt av, at Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð at vit taka upp eitt land í heimspartinum Afrika.
Nú skúlarnir byrja í dag, er ein brellbiti gjørdur, har samskiparin hjá Námi, Ólavur í Geil, og aðalskrivarin í Amnesty, Turið Maria Jóhansdóttir, greiða frá evninum, og um, hvat fólkamorð er, so bæði lærarar og næmingar eru fyrireikaðir.
Meira sæst á nam.fo.