Holst endaði árið við máli

Christian Lamhauge Holst endaði kappingarárið við einum sigri á Lolland-Falster Alliancen (LFA), og Holst var ein av málskjúttunum í 4- 3 sigrinum. Tað stóð tó einki til hjá Lyngby í longum løtum, tí LFA kom fram um 1-0 og 2-0, áðrenn Lyngby svaraði aftur. Síðani legði LFA seg fram um 3-1 við 10 monnum, men tað var ikki nóg mikið til at vinna dystin. Lyngby minkaði til 3-2, og tveir minuttir fyri leiklok javnaði Christian Lamhauge Holst. Í yvirtíðini skoraði Lyngby sigursmálið. Sigurin var tó ikki nóg mikið til at flyta upp í superliguna, tí Randers vann eisini sín dyst og helt seg frammanfyri Lyngby