Holst fekk hálvan tíman í sigri

Christian Lamhauge Holst varð skiftur inn í 57. minutti í dystinum móti FC Nordsjælland í dag, tí at framrættaða spælið hjá Silkeborg ikki hevði verið serliga sannførandi.

 

Og hóast framrættaða spælið bøttist eitt vet eftir hesa útskifting, so var kortini sera langt millum uppløgdu málmøguleikarnar. Men fýra minuttir inni í yvirtíðini, bragdaði umsíðir hjá Silkeborg. Fyrrverandi Bolton-leikarin, Henrik Tømrer Pedersen, fekk bóltin í netið og tryggjaði soleiðis Silkeborg trý týdningarmikil stig.

 

Við sigrinum hevur Silkeborg 20 stig á sætta plássi, trý stig aftanfyri Brøndby á triðja plássi.