Holst mátti lúta

FC Keypmannahavn vann 2-0 á Lyngby í Parkini leygardagin. Undan dystinum hevði føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst verið frammi og sagt, at FCK spældi keðiligan fótbólt, men at teir ofta vunnu dystir við einum máli. Og Lyngby-spælarin noyddist eftir dystin at ásanna, at soleiðis var tað eisini hesaferð. Lyngby royndi at stríðast ímóti, men FCK skoraði tvey mál í seinna hálvleiki og fekk harvið øll trý stigini.