Holst revsaði sítt gamla felag

Føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, er komin fyri seg eftir skaðan og kom í dag á máltalvuna hjá Silkeborg, tá ið hann og hinir í Silkeborg á heimavølli dystaðust við sínar gomlu liðfelagar í Lyngby.

 

Marvin Pourie skeyt tvey mál fyri Silkeborg í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki staðfesti Christian Lamhauge Holst trygga 3-0-sigurin.

 

Við sigrinum er Silkeborg á 5. plássi, fýra stig aftanfyri FC Midtjylland á 4. plássi, sum gevur atgongd til Europa League. FC Midtjylland hevur tó leikt ein dyst færri.