Holst í serflokki

Skorið yvir ein kamb var talan mikukvøldið um eitt av teimum heilt góðu føroysku landsliðsavrikunum. Men skal ein spælari kjósast sum dagsins maður, so verður tað Christian Lamhauge Holst, sum støðugt prógvaði, hví hann vanliga spælir á einum hægri støði enn liðfelagarnir

1. Jákup Mikkelsen, B36 (54 dystir/0 mál)

Prógvaði æviga sannleikan um, at skulu Føroyar koma úr slíkum uppgávum í hampuligum standi, so krevur tað góð málmansavrik. Hevði ikki nakran møguleika at verja fyri italsku málunum, men sýndi í fleiri øðrum førum stórspæl. Einar tvær av bjargingunum vóru beinleiðis í heimsflokki, og soleiðis var hann avgjørt ein týðandi brikkur í einum avriki, har tað veruliga ber til at tosa um heiðurligt tap.


3. Johan Troest Davidsen NSÍ (2/0)

Hevði sum vera man úr at gera fyrstu longu løtuna av dystinum, tá italumenn spældu breitt og skjótt. Men framdi saman við verjufeløgunum eitt veldugt arbeiðsavrik í royndunum at rudda bóltar av vandaleið. Megnaði eisini at koma fram við nakrar ferðir fyri steðgin, og tá plássið gjørdist betri eftir steðgin, var hann ein av mest eyðsýndu føroysku spælarunum. Hóast landsdystirnir enn bert eru tveir í tali, so tykist hann longu nú hava bitið seg hálvgum fastan í byrjunaruppstillingina, og so var tað bara spell, at dagurin ikki varð krýndur við einum máli.


4. Atli Danielsen, Frem (24/0)

Var kanska nakað anonymur fyrstu løtuna, men fann seg skjótt til rættis á defensiva miðvøllinum. Og har framdi hann síðani eitt av størstu føroysku arbeiðsavrikunum á degnum. Rúgvaði nógv upp í verjupartinum við støðugt at tippa holini, sum italiumenn royndu at avdekka, og hevði fleiri týðandi tacklingar, tá hinir vóru um at vinna sær lyklastøður. Hevði hartil eitt sera lágt feilprosent í avspælinum, og varð talan soleiðis um ein av avgjørt bestu landsdystunum hjá Atla.

5. Jón Rói Jacobsen, AaB (31/0)

Hevði úr at gera fyri steðgin, men var við til at halda rættiliga væl fast um miðverjupartin á liðnum. Megnaði fleiri ferðir at tackla burtur í evstu løtu, og var tað ikki nóg mikið, so fekk hann ta einu ferðina somikið gott tak á Toni, at hesin ikki fekk skumpað bóltin í netið.


6. Rógvi Jacobsen, HB (48/10)

Vísti enn einaferð, hvussu sterkur hann er í loftspælinum, og við málinum er han nú mest skorandi føroyski spælarin í altjóða fótbólti. Framdi sítt vanliga stóra arbeiðsavrik, tá hann støðugt jagstraði tað, sum varð sent niðan móti álopinum. Og við sterka høvdinum var hann ein góð spælstøð. Kom eisini fram til aðrar møguleikar enn tann eina, sum gav málið, og kundi tí við hepni gjørt enn meira um seg í so máta.


7. Fróði Benjaminsen, B36 (46/2)

Hóast hann var óheppin við sjálvmálinum, so var Fróði sera eyðsýndur í verjupartinum, tá trýstið var upp á tað mesta. Tveitti seg út í hópatals nærdystir og tacklingar, og kom í flestu førum eisini væl burtur úr hesum. Hevði tó eini tvey merkisverd bólttap í ótrýstum støðum.


8. Símun Samuelsen, Notodden (15/1)

Fekk sum væntað møguleikan frá fyrsta bríksli, men megnaði ikki veruliga at sannføra um, at hann skal vera náttúrligi spælarin til plássið á kantinum. Hevði ilt við at rúgva nóg væl upp í verjupartinum, og heldur ikki í framrættaða partinum tóktist hann nóg stinnur. Hevði tó einstøk høvi fyri steðgin, har hann fekk nýtt ferðina, sum avgjørt eigur at vera eitt stórt aktiv fyri liðið.


10. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (40/2)

Hevði sera ilt við at fóta sær fyri steðgin, tá hann kanska var tann spælarin, ið stóð veikastur í myndini. Megnaði tó at lyfta spælið upp eftir steðgin, og var tá við í nøkrum av føroysku atsóknunum. Tóktist tó onkra ferðina at royna truplu loysnina við driblingum, heldur enn at spæla leysari viðspælarar.


14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby (10/0)

Enn hevur Holst ikki skorað fyri landsliðið. Men mikukvøldið sýndi hann so ruddiliga, hvussu stóran týdning hann eigur at hava fyri liðið. At hann regluliga spælir í fremstu donsku deildini var sjónligt við bæði bóltmóttøku og –medferð, og saman við Súna var hann avgjørda snúningspunktið í føroyska spælinum við bólti. Arbeiddi eisini sum ein hestur í spælinum uttan bólt, og fekk stórar klappsalvur frá øllum áskoðarunum, tá hann varð skiftur út stutt fyri leiklok.


17. Einar Hansen, NSÍ (3/0)

Hevði eins og liðfelagin í høgru eina sera trupla uppgávu á bakkinum, har italiumenn løgdu stórt trýst á. Fyrsta málið kom eisini eftir uppspæl hansara síðu, har fleiri vandastøður íkomu fyri steðgin. Spældi seg tó sera væl upp. Gaman í varð trýstið minni eftir steðgin, men tað eydnaðist tá hópatals ferðir at steðga italskum gjøgnumbrotsroyndum. Vildi kanska verið ynskiligt, um hann var eitt sindur sjónligari fram eftir vøllinum, men tað fer helst at koma við meira royndum og minni ræðandi mótstøðu.


19. Súni Olsen, AaB (31/1)

Sýndi aftur spæl, sum líktist tí støðinum, ið vit sóu í summar, tá hann var veruligi orkesturleiðarin á føroyska miðvøllinum. Tað var kanska ikki alt, sum riggaði hvørja ferð, men Súni bæði tordi, vildi og megnaði at stýra spælinum, so tað til tíðir var ein fragd fyri eygað. Hevði hartil eitt drønskot fyri steðgin, eins og hann fyrst varð feldur í gjøgnumbroti og síðani var um reppið at skora við eftirfylgandi frísparki eftir steðgin.


12. Hanus Thorleifson, B36 (3/0)

Fekk seinastu lítlu 20 minuttirnar á vøllinum, og markeraði seg sera væl hesa løtuna. Millum annað sum partur av fleiri uppspælsekvensum í síðuni. Hóast grundarlagið er tunt við somikið lítlari spælitíð, prógvaði hann seg avgjørt sum eitt áhugavert alternativ til annað av kantplássunum.


11. Andrew av Fløtum, HB (24/1)

Fekk seinastu fáa minuttirnar sum avloysari fyri Holst. Og tó at hetta ikki var nóg mikið til at koma veruliga í dystin, so hevði hann nógvar nertingar, tá álopini seinastu løtuna ferðaðust nógv báðar vegir.