Í dag var føroyingaliðið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, Fremad Amager á vitjan á suðurfjóni, har liðið, sum Julian Johnsson venur, Svendborg var mótstøðuliðið.
Dysturin endaði við einum lemjandi 5-0 stórsigri til Fremad Amager. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst skeyt reint hattrick í fyrra hálvleiki. Málini hjá Christiani fullu í 6. , 21. og í 39. minutti. Í seinna hálvleiki økti Nicolas Mortensen við tveimum málum.
Úrslitið merkir, at Fremad Amager er fyribils oddalið í triðbestu deildini, bólki 2 við 11 stigum.
Heini Vatnsdal var ikki millum teir 11, sum byrjaðu dystin.