Holst tamdi oddaliðið

Christian Lamhauge Holst, sum hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, skoraði aftur í næstbestu donsku deildini í gjár. Hetta var fyrsta málið hjá Holst, síðani kappingin byrjaði aftur í mars. Lyngby spældi ímóti oddaliðnum Randers, og Randers legði seg fram um 1-0 tíðliga í dystinum. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað Christian Lamhauge Holst at javna fyri Lyngby, og 1-1 gjørdist úrslitið av dystinum.