Holst var hetjan hjá Lyngby

Christian Lamhauge Holst vendi einum hóttandi 1-0 tapi til ein 2-1 sigur við at skora tvey mál fyri Lyngby í dystinum ímóti Fremad Amager í gjár. Lyngby spældi á útivølli ímóti felagnum hjá Andrew av Fløtum, men Andrew var ikki við, tí hann er skaddur.
Fremad Amager, sum hevur tapt nógvar dystir seinastu tíðina, kom á odda 1-0, men við tveimum málum seinastu 20 minuttir syrgdi Christian Lamhauge Holst fyri, at Lyngby vann dystin 2-1. Hann hevur nú skotið seks mál í hesum kapingarárinum, og Lyngby vann seg við sigrinum fram á 2. pláss í 1. deild.