##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra aðru Home and Away sendingina frá FM1.
Í hesari Home & Away sendingini tosar verturin, Stella Zachariasen við Ginu Thomsen frá Peru.
Gina hevur búð í Føroyum í 10 ár og er gift føroyingi. Gina er uppvaksin í Lima, ið er høvuðsstaðurin í Peru.
Peruvianarar eru ikki høgir av vøkstri. Hoyr um hvussu Gina føldi tað, tá hon møtti hesum í peruvanskum eygum ógvuliga høga manninum úr Føroyum. Hon hevði ongantíð hoyrt um Føroyar áður, og visti heldur ikki hvar Føroyar lógu.
Sendingin Home & Away er hvønn hósdag klokkan 14 á FM1.