Hon eitur Helga Hjørvar

Stýrið fyri Norðurlandahúsinum hevur avgjørt, at Helga Hjørvar úr Íslandi, skal hava stjórastarvið í Norðurlandahúsinum eftir Peter Turtschaninoff. Tað er ikki avgjørt enn nær hon tekur við starvinum

Norðurlandahúsið í Føroyum skal hava nýggjan stjóra. Tað hava tey flestu verið greið yvir eina tíð. Peter Turtschaninoff, sum hevur verið stjóri í gott væl eitt skeið fer frá og tí skal nýggjur stjóri setast.

Umsóknarfreistin var úti fyri góðari tíð síðani og eftir tað hevur verið arbeitt við at avgerða hvør skal taka við starvinum. Og nú er hetta arbeiði komið undir land.

Í tíðindaskrivið, sum Norðurlandahúsið sendi út seinnapartin týsdagin verður sagt frá, at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum eitur Helga Hjørvar, er íslendingur og er 55 ára gomul.

Helga Hjørvar eru royndur leiðari og hevur verið við í mentunararbeiði fyrr. Hon hevur verið rektari fyri almenna sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 10 ár, frá 1982 til 1992 og harumframt hevur hon verið aðalskrivari í nevndini »Teater og Dans i Norden«, sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum.


Kend í Føroyum

Helga Hjørvar er ikki ókent andlit í Føroyum. Laura Joensen, sum hevur samstarva við Helgu í »Teater og Dans i Norden« sigur, at hon uttan iva er eitt heppið væl.

? Nú skal tað ikki misskiljast, tí vit hava havt eitt framúr gott samstarv við stjórarnar í Norðurlandahúsið um sjónleik, men fyri okkum sjónleikarar er tað stuttligt, at tann nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum hevur sína bakgrund í sjónleikinum.

Laura Joensen sigur, at føroyski tónleikurin er mentur ótrúliga nógv síðani Norðurlandahúsið kom og tað við góðum grundun, tí Húsið hevur verið tónleikinum ein hollur stuðul. Sama er galdandi við framsýningum.

Sjónleikurin hevur fingið sera góða viðferð í Húsinum, men tað verður eyka stuttligt at arbeiða saman við nýggja stjóranum, tí hennara serkunnleiki er á sjónleikaøkinum.

? Tí kann væl hugsast at hetta fer at geva føroyskum sjónleiki eitt lyft, sum eisini er tiltrongt, sigur Laura Joensen.

? Men tað er ikki tí at vit ikki hava fingið ringa viðferð í Húsinum áður. Tað fær ein annan prioritet, sigur Laura Joensen.

Helga Hjørvar verður bert annar kvinnuligi stjórin í 15 ára gomlu søguni hjá Norðurlandahúsinum.