Hon eltir slóðir Williams í heimbýnum

Seinastu fimm árini hevur Chirstin Plate í frítíðini hildið fyrilestrar um verkini hjá Williami Heinesen, og hevur á arbeiðsferð í Føroyum funnið nýtt forvitnisligt tilfar um kenda rithøvundan, at arbeiða víðari við.
Hon er eisini forkvinna í Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmannahavn, og fer í næstum undir at skriva minnisrit um søguliga felagið

Dagny Joensen

62 ára gamla Chirstin Plate er virkin kvinna, sum setir út í kortið, hvørji áhugamál og tiltøk hon vil fremja, nú hon er farin frá sum stovnsleiðari á deildini fyri víðari útbúgvingar á Dansk Sygeplejerskehøjskole í Danmark.
Áhugamálini eru m.a. at halda fyrilestrar um bókmentirnar hjá William Heinesen, rithøvunda sála, og at virka sum forkvinna í Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmannahavn.
Chirstin Plate er dóttur Ásu og Helge Michelsen í Havn. Hon eigur trý tilkomin børn, sum búgva í hvør sínum heraðshorni uttanlands og ein ommuson.
- Tá børnini fóru heimanífrá var tað ein stór broyting í lívinum, og tá eg gavst sum stovnsleiðari fyri stuttum, havi eg nú stundir at gera nakað við míni áhugamál, sigur Chirstin Plate.
Fyrilestrar um William Heinesen hevur hon hildið seinastu fimm árini, men vil fegin víðka um innihaldið, við at samantvinna skriving og myndlist hansara til ymisk tema. Hon hevur á arbeiðsferðini í Føroyum fingið nýtt forvitnisligt tilfar, sum hon ikki visti var til, at arbeiða víðari við.
Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmammahavn fylti 60 ár í fjør. Tá var samtykt at skriva minnisrit um hetta felagið, sum Chirstin Plate og Elsa Zachariasen, fyrrverandi forkvinna í felagnum, hava fingið til uppgávu at skriva.
- Tá tú býrt í Danmark og fæst við føroysk viðurskifti, er tað nógv lættari at fáa tilfar til vega í Føroyum, sigur Chirstin Plate, sum seinasta mánaðin hevur búð í Heinesens Húsi.
Kanna frá føroyskum sjónarhorni
- Hóast nógvar bøkur eru skrivaðar um skaldskapin hjá Williami Heinesen, so haldi eg, at tað er áhugavert frá einum føroyskum sjónarhorni at kanna, hvussu hann sær tað yvirnáttúrliga og hvussu hann brúkar skemt í síni skriving, eins og hvat hann sigur um tað átrúnarliga, um ellisárini og deyðan, sigur Chirstin Plate.
- Bert tað, at eg hava búð í Heinesens húsi hevur verið hugvekjandi. Eg eri komin nærri Williami við at ganga í Viðarlundini og í gøtunum, har hann hevur gingið. Tað vísti seg eisini, at tað vóru so nógvir lutir og viðurskifti, sum eg ikki visti um rithøvundan, hóast eg havi arbeitt nógv við hansara tekstum, sigur Chirstin Plate.
- Tað hevur eisini gjørt arbeiðið lættari, at eg kundi fara á Býar- og Landsbókasavnið at leita eftir tilfari. Starvsfólkið har hevur verið sera fyrikomandi og hjálpt mær at finna tilfar, sigur Chirstin Plate, sum býr í Keypmannahavn.
- Eg havi altíð hildið skrivingina hjá Williami Heinesen vera sera spennandi og eri hugtikin av tekningum og klippmyndum hansara av trøllunum og øðrum verum. Tað er eisini áhugavert at kanna hansara hátt at fata kvinnuna og tann góða og ónda í hansara bókmentum. Serliga hugtakandi skrivar hann um sambandið millum móður og barn í "Moder Syvstjerne, men eisini spennandi at sammeta hansara skriving, við tað sum hann sigur á bandupptøkum og í greinum.
- Tað havi eg roynt at tvinna saman til mín persónligu samandrátt, sigur Chirstin Plate.
Hon hevur fyribils ongar ætlanir um at geva hetta arbeiði út í bók, av tí at so nógv er skrivað um William Heinesen. Hinvegin so er ætlanin í framtíðini at gera meir við at halda fyrilestrar um evnið. Higartil hevur hon hildið hesar fyrilestrar á skúlum, á skeiðum fyri kvinnur og leiðslu og í áhugafeløgum víða um í Danmark. Nú verða stundir at fara út á kvøldskúlarnir og aðrastaðni, við nýggja tilfarinum um kenda rithøvundan.
Byrjaði sum sjúkrasystranæmingur
Chirstin Plate fór til Danmarkar at ogna sær sjúkrasystraútbúgving í 1960 og arbeiddi eina tíð, áðrenn hon fór at útbúgva seg til heilsusystur og seinni fekk kandidatútbúgving á Aarhus Universitet sum cand. cur. Fyrst í nítiárunum tók hon við sum stovnsleiðari fyri víðari útbúgvingar á Dansk Sygeplejerskehøjskole, har hon júst er farin frá sum leiðari, men frameftir undirvísir og er fakligur ráðgevi.
Umframt tað hevur hon givið út bókina "Sociale netværk" á Munkgaards Forlag og redigera greinar í lærubókum, sum Akademisk Forlag hevur givið út. Hon hevur eisini verið fakligur ráðgevi hjá Reitzel og Munksgaard Forlag, í sambandi við at umseta lærubøkur úr enskum til danskt.
Skrivar minnisrit um kvinnufelagið
Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmannahavn fylti 60 ár í fjør. Tá var samtykt at skriva minnisrit um hetta felagið. Chirstin Plate og Elsa Zachariasen hava fingið til uppgávu at skriva minnisritið.
Um týdningin av at hava føroyskt kvinnufelag í Keypmannahavn, sigur hon um søguna frá byrjanini, at felagið varð stovnað í 1944, við tí endamáli á kristnum grundarlag at savna føroyskar kvinnur í ein felagsskap, fyri at menna sosiala og mentanarliga sambandið teirra millum.
- Føroyska Kvinnufelagið fekk stóran týdning fyri føroyingar undir seinna heimsbardaga, tá einki samband var millum londini bæði. Tað blómaði í tíðini eftir seinna heimsbardaga, tá kvinnurnar í felagnum vóru serstakliga virknar. Tær stovnaðu grunnin "Færøsk Kvindeforenings Fond" til frama fyri at útvega eini felagshús, og skipaðu fyri basarum, seldu lutaseðlar og tílíkt, sum gav fitt av peningi, sigur Chirstin Plate.
Í 1969 vóru húsini í Store Kongensgade keypt. Fleiri feløg hildu til í húsinum, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu og peningur var ikki til umvælingar. Húsini vóru tí seld í 1977. Tá kom ein tíð, tá kvinnufelagið ikki var so virkið, men tá Landsstýrið játtaði pening til leigu av Føroyahúsi, sum tey føroysku feløgini kundi halda til í, kom aftur gongd á virksemið.
Ein starvsnevnd varð sett, har Landsstýrið setti tveir limir og føroysku feløgini valdi tveir limir. Chirstin Plate situr í hesi nevndini fyri Kvinnufelagið, sum í dag telir eini 110 limir.
Málskeið fyri tilkomin
Um týdningin av Føroyska Kvinnufelagnum, sum í dag heldur til í Føroyahúsinum, er tað eins umráðandi og áður at hava eitt stað, har kvinnur kunnu hittast. Endamálsgreinin hjá felagnum er broytt til "at savna føroyskar kvinnur í Danmark umframt aðrar herbúgvandi kvinnur, ið hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, til mentunarliga og sosiala samveru". Felagið skipar fyri nógvum tiltøkum.
- Sum nakað nýtt skipar Kvinnufelagið saman við Føroyahúsinum í heyst fyri undirvísing í føroyskum fyri tilkomnum fólki. Føroyska málið broytist alla tíðina, og tað kann vera torført hjá nógvum at fylgja við, um tey ikki hava so neyvt samband við Føroyar. Um onkur hevur hug at fríska føroyska málið upp aftur, ber til at koma á skeið í Føroyahúsinum at læra nýggj orð og hugtøk. Tað er umráðandi, at vit ikki blanda dansk og føroyskt mál, sigur Chirstin Plate.
Sóknast eftir myndum frá 1940 og 50 árunum
Minnisritið skal skrivast út frá teimum mongu gerðarbókunum, sum eru varðveittar frá fyrstu tíð og til dagin í dag. Christin Plate sóknast eftir myndum frá Kvinnufelags virkseminum gjøgnum tíðirnar og heitir á fólk, um onkur eigur myndir frá 1940 og 50 árunum, um vinarliga at læna felgnum tær til minnisritið.
Um tað at hava røtur í føroyska samfelagnum og búgva í Danmark, sigur Chirstin Plate, at tað ikki er ein trupulleiki. Hóast tú býr uttanlands, gloymir tú ikki tín uppruna, føroyska samfelagið og tað farna.
- Tað er ein spurningur um, at bæði støðini hava dygdir og virðir, sum væl kunnu trívast har tú ert stødd í løtuni. Í Føroyum havi eg stóra familju og vinir og í Danmark somuleiðis, umframt kenningar og starvsfelagar og uppgávur tú fæst við í gerandisdegnum.
- Um eg kundi hugsað mær at flutt heimaftur? Tað havi eg ikki tikið støðu til, men eg haldi ikki, at tað er so umráðandi í dag, nú bøtt er munandi um møguleikarnar at ferðast millum londini, sigur Chirstin Plate, sum øll árini í útlegd, við jøvnum millumbilum, hevur vitjað heimaftur.