Hon er longdi armurin hjá føroyingum í ES

- Eg eri eitt slag av lobbyisti. Mín størsta uppgáva í framtíðini verður at fylgja við, hvat hendir í ES og greiða føroysku fyrisitingini og vinnuni frá. Tað ræður um at hava tey røttu sambondini í ES-verkinum, har ikki minni enn 18.000 fólk arbeiða, sigur Esther Dahl, sendifulltrúi í Brússel

Seinasta hálva árið hevur Esther Dahl verið føroyskur sendifulltrúi í ES í Brússel. Endamálið við føroysku umboðanini í Brússel er at bøta um samskiftið millum føroyingar og ES, og at gera føroysk viðurskifti meiri sjónlig í hesum høpi.

- Mín arbeiðsuppgáva er fyrst og fremst at vera eitt millumlið millum Føroyar og ES, tað vil siga ein longdur armur hjá føroyingum í ES. Fyrst og fremst hjá føroysku fyrisitingini, men eisini hjá vinnuni í Føroyum, um henni tørvar tað. Eg havi fyrireikað fundir millum føroyingar og ES í Brússel, útvegað upplýsingar til Føroyar og øvugt. Við tíðini skal eg hava bygt upp eitt kontaktnet av fólki. Gott og væl 18.000 fólk arbeiða í umsitingini hjá ES-nevndini, so tað ræður um at hava tey røttu sambondini.

- Tað kann tykjast møtimikið at umboða eitt lítið land í einum so stórum høpi sum ES er. Tað kann vera tungt, men arbeiðir tú við nøkrum ítøkiligum málum og hevur tey røttu sambondini, er tað ikki trupult, sigur Esther Dahl.


Spennandi avbjóðing

Skrivstovan hjá Esther Dahl er á donsku umboðsstovuni. Í næstum flytir danska umboðanin í høli á donsku sendistovuni og tá flyta føroyska og grønlendska umboðanin við, soleiðis at øll hýsast undir eini lon.

- Eg havi fingið góða hjálp frá donsku umboðstovuni. Eg havi bert verið í Brússel í gott hálvt ár og meginparturin av tíðini er farin við at byggja skrivstovuna upp. Hetta er ein stór, hørð og spennandi avbjóðing, sigur Esther Dahl.

Tað eru bert tvey ár síðani Esther Dahl varð liðug við útbúgvingina sum cand. negot. Hetta er ein búskaparlig og málslig útbúgving, ið fatar um franskt og enskt mál, samráðingarteknikk, fyriskipan, samskifti, og búskap.

- Útbúgvingin er nærum skraddaraseymað til starvið. Eg eri ikki serfrøðingur á nøkrum øki, heldur eri eg ein generalistur, og tað er tað, ein skal vera í ES. Eg sleppi at brúka allar síður av míni útbúgving.


Nógvar og stórar uppgávur

Føroyski sendifulltrúin í Brússel hevur nógvar og stórar uppgávur fyri framman.

- Heilsufrøðiligu samráðingarnar eru farnar í gongd. Føroyar hava ætlanir um at gera eina heilsufrøðiliga avtalu við ES. Í avtaluni verður miðað ímóti, at marknaðareftirlitini, ið eru, verða minni ella skulu detta burtur, soleiðis at føroyska vinnulívið fær eina lættari atgongd til europeiska marknaðin. Tað eiga føroyingar avgjørt at fara at merkja.

Eisini verður arbeitt við at fáa Føroyar við í tað aleuropeiska samstarvið um kumulering av upprunareglum. Esther Dahl hevur eisini tikið lut á fundum og samráðingum, sum Fiskimálastýrið hevur verið við til í Brússel.

- Broytingarnar í handilsavtaluni við ES, ið vórðu viðtiknar í desember, fara eisini at gagna føroyska samfelagnum. Eitt nú er talan um ein munandi tollniðurskurð.

- Hyggja vit frameftir verður mín størsta uppgáva at fylgja við, hvat hendir í ES og greiða føroysku fyrisitingini og vinnuni frá. Vitanin um ES í Føroyum er ikki stór. ES-verkið er eitt sera stórt apparat, sum ein følir ein verður etin av. Ein uppgáva hjá mær í framtíðini verður at greiða nærri frá ES, og at verða meiri virkin út eftir í Føroyum. Vinnan hevur ikki dugað nóg væl at brúka meg, men tað kemst av, at eg enn eri nýggj í starvinum og fólk eru ikki vorðin von við at hava eitt umboð í Brússel.

- Eg eri eitt slag av lobbyisti. Av mær krevur eitt slíkt starv, at eg ikki skal verða bangin fyri at tosa við fólk, sum eru longri og langt upp í hierarkinum og sum ein kanska hevur sæð upp til. Ein skal tora at taka nøkur stig sjálv, hava stórt áræði og ikki geva skarvin yvir. ES-verkið er so stórt, at tú kanst ikki annað enn halda fram alla tíðina. Sum dømi kann eg nevna, at eg brúkti eina viku til at finna fram til eitt fólk, eg skuldi tosa við í sambandi við eitt mál. Tá ið tú hevur fingið tey røttu sambondini, er tað lættari at koma víðari. So hvørt eg arbeiði við einum nýggjum máli, fái eg sambond við fólk, og so ræður um at halda sambandið við líka.


Viðurskiftini meiri opin

Atfinningarnar, ið hava verið frammi mótvegis ES eftir at ein óheft serfrøðinganevnd hevur kannað ymisk viðurskifti, fara helst at gagna ES, heldur Esther Dahl.

- Enn eru ongar broytingar framdar. Gamla ES-nevndin situr til ein nýggj verður vald. Eg rokni við, at fólkini, ið fara manna nýggju nevndina, verða væl eftirkannað og væl vigað á skálini. Limalondini fara ikki at tora at útnevna fólk, tey ikki hava fult álit á. Vit kunnu rokna við, at viðurskiftini verða meiri opin í framtíðini. At ES-nevndin er farin frá, fer ikki at ávirka handilssáttmálan, føroyingar fingu í fjør.

Er tað neyðugt við einum føroyskum sendifulltrúa í Brússel, tá ið vit kunnu samskifta skjótt og væl á annan hátt?

- Avgjørt. Hóast vit kunnu samskifta um teldunet bæði so og so, er menniskjansliga sambandið týdningarmikið, serliga í Brússel, har so nógv fólk arbeiða, sigur Esther Dahl.

Fimtan lond eru limir í Europa Samveldinum, Føroyar eru sum kunnugt ikki limur.


Adressan hjá umboðnum í Brússel er:

La représentation du Danemark

Rue d'Arlon 73

B-1049 Bruxelles

Tlf. 009 32 2 233 08 55

Teldupostur: [email protected]