Hon er rúkandi ósamd: Hví lata tey landsstýrismannin gera so?

– Fyri tað um hann hevur hendan rættin, so merkir tað ikki, at tað er neyðugt at brúka rættin, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, sum heldur, at øll skipanin burdi blivið broytt fulkomiliga

– Eg eri rúkandi ósamd.

 

Soleiðis sigur stjórin í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner, um tað, at landsstýrismaðurin í mentamálum skal sleppa at velja og vraka, hvør fær stuðul til filmsverkætlanir, alt eftir hvussu honum dámar evnið í filminum. 

 

– Hatta er ein listastuðulsskipan, og tí hevur hann løgfrøðiligan rætt til at nokta at lata stuðul. Men fyri tað um hann hevur hendan rættin, so merkir tað ikki, at tað er neyðugt at brúka rættin, sigur hon.

 

Nú eru tvey dømi um filmsverkætlanir, sum ikki hava fingið stuðul, sjálvt um ráðgevararnir hava mælt til at lata stuðul. Fyrsta dømið var Skúla Scam hjá Toka Jansson, har tey banna illa, og so er filmurin hjá Katrin Joensen Næs eisini noktaður stuðul, tí hann snýr seg um at vera bundin at sex. Meðan ráðgevararnir róstu báðum verkætlanunum, dámdi mentamálaráðharranum einki evnini.

 

– Mann skal lata ráðgevararnir gera sítt arbeiði. Um teir skjóta upp at stuðla eini verkætlan, so eigur mann at taka tað til eftirtektar, heldur Tina, sum eisini er partur av stýrsbólkinum, sum skipar leistin fyri, hvussu almennur stuðul verður veittur til føroyska filmsgerð.

 

– Mann kann sjálvandi hava eina meining um tað, og so kann mann kjakast um, hvørt tað er sunt fyri børn at síggja teknifilmar við ógvusligum málburði. Eg haldi tað er betri at kjakast um tað enn at skúgva tað til viks og siga "hatta skulu vit ikki snakka um".

 

Ikki pláss fyri teimum í Føroyum

 

Tina í Dali Wagner stúrir fyri, at núverandi skipan undir núverandi landsstýrismanni kann fáa skapandi fólk at flyta av landinum.

 

– Hetta kann seta films- og listafólk í eina støðu, har tey føla, at tað ikki er pláss fyri teimum í Føroyum. So tey í staðin flyta uttanlands, har tey kunnu fortelja sínar søgur upp á sín egna máta, sigur hon.

 

Tí heldur stjórin í Filmshúsinum, at øll skipanin burdi blivið broytt fulkomiliga.

 

– Sum nú er, skulu tilmælini frá filmsráðgevunum á skriviborðið hjá landsstýrismanninum, sum skal skriva undir. Hetta er ein trupulleiki, eingin ivi um tað. Eg haldi, mann burdi umhugsað at broytt hetta, so tað ikki er neyðugt hjá landsstýrismanninum at skriva undir. So sleppur mann undan støðum sum við hesum báðum dømunum, sum fingu noktandi svar, sigur Tina í Dali Wagner og vísir á armslongdarprinsippið.

 

– Eg sakni hinar politisku flokkarnar, sum sita við valdið. Hvørja meining av teir? Hví lata teir mentamálaráðharran og ein lutfalsliga lítlan politiskan flokk leiða hetta kjakið? spyr hon.

 

Tina í Dali Wagner verður at hoyra í tíðindunum á FM1 klokkan 12, har hon fer at greiða nærri frá.