Tann trý ára gamla Bizunesh Hidana var heppin at koma á eina hjálparstøð hjá UNICEF, tí tað var í tøkum tíma. Hjálparfólkini staðfesta, at hon var stak illa fyri. Hóast hon er trý ára gomul, vigaði hon minni enn átta pund.
Bizunesh Hidana er eitt av teimum hepnu etiopisku børnunum. Sambært UNICEF stendur Etiopia á gáttini til ta ringastu menniskjaligu kreppuna í mong ár. Umleið seks milliónir børn hava alt ov lítið til matna, og av teimum eru 176.000 sera illa stødd og hava tørv á hjálp alt fyri eitt.
-Orsøkin til ta vanlukkuligu støðuna er áhaldandi turkur har suðuri í Etiopia, og tann hækkandi matvøruprísurin á altjóða marknaðinum bøtir ikki umstøðuna, sigur Etiopia-umboðsmaðurin hjá UNICEF, Björn Ljungqvist, við Aftenposten. Í síðstu viku fekk UNICEF 90 tons av mati og aðrari neyðhjálp, og stovnurin sigur seg hava tørv á 1.800 tonsum teir næstu tríggjar mánaðirnar.
Felagsskapurin Læknar uttan Landamark ávarar eisini um støðuna har suðuri í Etiopia. Felagsskapurin hevur verið virkin í Etiopia síðani 1984 og hevur í løtuni umleið 800 starvsfólk í landinum.
-Vit hava sæð nógv børn og serliga smá børn, sum hava alt ov lítið til matna, sigur ein talsmaður hjá læknunum við Aftenpsoten. Fyri fjúrtan døgum síðani skipaði felagsskapurin tríggjar viðgerðarstovur til børn, og í løtuni fáa 435 børn viðgerð har.