Hon fer á móta- og designskúla í Danmark

Hóast Borgný Patursson er 58 ára gomul, kennir hon seg ikki ov gamlan at fara undir útbúgving. Fyri tveimum árum síðan keypti hon sær bindimaskinu at binda troyggjur o.a. til familjuna, men hon gjørdist so hugtikin av bindingini, ið rættiliga setir ferð á hugflogið. Tað ætlar hon at gera meira við

Í dag er kanska meira vanligt en áður, at kvinnur seta sær spurningin, hvat tær skulu gera, tá børnini flyta heimanífrá, og møguleikarnir at fara undir eitthvørt nýtt eru eisini til staðar í størri mun enn áður.

Tað, at tú nærkast seksti, er eingin forðing fyri at fara í skúla, um tú hevur hug at læra nakað nýtt. Tað var júst hugskotið, sum Borgný Patursson fekk, og gjørdi til veruleika.

Í heyst hevur hon verið til upptøkuroynd á Skolen for Mode og Design í Gothersgøtu í Keypmannahavn, har hon m.a. skuldi sýna fram klædnapløgg, sum hon hevur bundið.

Tað gekst væl í hond, og í februar byrjar hon tvey ára útbúgving, har hon m.a. skal læra tekning og design, tilsekring og seyming, eins og at gera arbeiðsætlanir.


Keypti sær bindimaskinu til »húsbrúk»

Um orsøkina til at Borgný Patursson, sum annars hevur arbeitt sum sjúkrahjálpari, tá hon sum ung búði í Noregi, og eisini seinastu árini hevur verið avloysari á gamla arbeiðsplássi sínum, nú fer undir nýtt virksemi er, at hon fyri tveimum árum síðan keypti sær eina bindimaskinu.

Upprunaliga ætlaði hon bert at nýta maskinuna til »húsbrúk»,men hetta gjørdist meira eitt spennandi arbeiði, sum rættiliga birti undir hugflogið.

Tá kom hugskotið at læra meiri um at skapa síni egnu snið úr bundnavørum, sum ikki bert eru tey somu, ið vit vanliga eru von við at lata okkum í.

­ Eg havi arbeitt nógv við føroyskari ull, og havi eisini gingið á vevskúla, tá eg var yngri, sigur Borgný Patursson, men nú havi eg hug at royna nakað nýtt, og so er tørvurin til staðar, at læra tað frá byrjan og til plaggið er liðugt.


Gomul føroysk mynstur á nýggjan hátt

­ Vit hava øll tey gomlu, vøkru føroysku mynstrini, men eg haldi tað vera spennandi at seta tey saman á øðrvísi hátt enn vanligt er.

­ Tú verður bitin av at arbeiða við føroyskari ull, tí einki mark er fyri, hvat hon kann nýtast til, um tú letur hugflogið ráða, sigur Borgný.

Ætlan hennara er at vera tvey ár í Danmark, fyri síðani at koma heimaftur at seta eitt hvørt tiltak í verk, sum skal hava til endamál at framleiða mótavørur úr føroyskari ull.

­ Hvussu verður tað at sessast á skúlabonk saman við ungum fólki?

­ Tað hevði eg umhugsað áðrenn eg setti meg í samband við skúlan, og segði tí beinanvegin við skúlastjóran, hvussu gomul eg var.

­ Skúlastjórin segði, at skúlin bert hevði eina reglu, og tað var, at bert fólk á høkjum ella í koyristóli sluppu ikki inn á skúlan - av tí at hann liggur á triðu hædd, og eingin lyfta er. Eg var nøgd við svarið, sigur Borgný brosandi.


Framsýning í Smiðjuni

Í løtuni arbeiðir Borgný Patursson við at leggja seinastu hond á eina framsýning, sum verður í Smiðjuni 8. - 13. desember, har hon sýnir fram nútíðar bundin klæðir, við gomlum føroyskum mynstrum.

Ein partur av úrvalinum var við á upptøkuroyndini á skúlanum, umframt annað, sum hon hevur bundið seinastu tvey árini, við tí fyri eyga at skipa fyri slíkari framsýning. Hetta er samstundis sølusýning.

Har eru frakkar, troyggjur og skjúrt, umframt aðrir lutir úr føroyskari ull, sum als ikki líkjast teimum, ið vit vanliga síggja á gøtuni.


Kann gerast ein vinna

Borgný Patursson heldur, at tað eru so nógvir møguleikar at fáa góð, nútíðar pløgg burtur ur føroyskari ull, og at vit eins og framleiðarar í Íslandi hava prógvað, kunnu skapa eitthvørt nýtt og spennandi úr føroyskari ull. Hon vónar, og at hetta sum frálíður kann gerast ein vinna.