Lise Nørgaard var eisini við til at skriva leikritið til »Huset på Christianshavn«, áðrenn hon av álvara gjørdi vart við seg við »Matador«. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Hon fyllir 105 ár í dag

Lise Nørgaard, sum er kend fyri at hava skrivað vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðina, Matador, fyllir 105 ár í dag.

 

Lise Nørgaard var eisini við til at skriva leikritið til »Huset på Christianshavn«, áðrenn hon av álvara gjørdi vart við seg við »Matador«. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Mads Skjern, Ingeborg, Varnæs familja, fru Fernando Møhge, Røde og øll hini úr sjónvarpsrøðini »Matador« munnu tey flestu kennast við.

Sendirøðin er víst átta ferðir í DR, og eingin sjónvarpsrøð hevur havt so nógvar hyggjarar í Danmark nakrantíð.

Hon hevur eisini sett met í at vera seld í fleiri milliónum eintøkum á video og dvd, og hon kann sjálvandi eisini síggjast á netinum.

Ikki so galið fyri ein røð, sum er farin um 40 ár.

Í dag fyllir Lise Nørgaard 105 ár. Í langa lívið hennara hevur tó eisini gjørt annað enn at verið upphavskvinna og leikritahøvundur til »Matador«.

Áður hevur hon sagt, at hon er eitt sindur troytt av altíð at tosað um røðina. Tað segði hon við fakblaðið Journalisten, tá hon fylti 100.

– Eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt, at tað altíð skal snúgva seg um »Matador«. Tí eg kenni meg fyrst og fremst sum journalist, segði Lise Nørgaard, sum hevur verið knýtt at fleiri donskum bløðum.

Hon var eisini tann fyrsta at fáa Publicistklubbens heiðursløn í 2017, tá tey heiðraðu hana fyri eitt drúgvt lív við »kolossal flid, nysgerrighed og fortælleglæde«, sum skriva stóð.

Lise Nørgaard, sum er fødd sum Elise Jensen, var upprunaliga útbúgving á Roskilde Dagblad, har hon kom í læru sum 18 ára gomul og starvaðist sum journalistur í 14 ár. 

Síðani kom hon á Politiken í 19 ár, har hon var ein teirra at menna so væl kenda brúkarajournalistikkin hjá blaðnum, og setti sín dám á kvinnutilfar í blaðnum.

Á vikublaðnum Hjemmet var hon kend sum viðmerkjari og brævkassaredaktørur, og hon helt fram við tí sama á Berlingske Tidende.

Við síðuna av skrivaði hon leikrit, eitt nú til tveir Dirch Passer-filar og røðina »Huset på Christianshavn«, áðrenn hon skapti »Matador« seinast í sjeytiárunum.

Lise Nørgaard hevur harumframt skrivað fleiri vælumtóktar bøkur, eitt nú »Med mor bag rattet«, »Kun en pige«, sum eisini var gjørd til film, og »De sendte en dame«.

Hon er kend fyri at hava áhuga fyri tí, sum hendir kring hana – og at meina nakað um tað. Og so er hon eitt ikon, ein kvinna og ein mentanarpersónligheit, sum hevur sett sín dám á danskar miðlar.

Í fjør flutti Lise Nørgaard á røktarheim eftir at hava mist nærum alla sjónina, og beint fyri nýggjar loyvdi hon eini samrøðu fyri – sambært henni sjálvari – seinastu ferð.

Í kenda, hugfarsliga stíli sínum greiddi hon eisini TV2 frá, at hon enn var »ein festapa«, sum hevði fullan kalendara av avtalum við vinir, sum eru javngamlir við ommubørn hennara – tá koronuatlit loyvdu tí.

Og so hevði hon lovað at halda seg á lívið, til avmarkingarnar hvurvu.

– Eg sigi við vinir mínar, at eg nokk skal lata vera við at doyggja, fyrr enn tað ber til at fáa eina ordiliga gravøl, segði Lise Nørgaard við TV2 við sínum vælkenda speisemi.

/ritzau/

 

Lise Nørgaard var eisini við til at skriva leikritið til »Huset på Christianshavn«, áðrenn hon av álvara gjørdi vart við seg við »Matador«. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix