Hon missur ikki høvdið – í hvussu so er ikki enn

Tað verður ikki fólkatingsval enn, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

 

##med2##

 

Tað verður ikki fólkatingsval beint nú, hóast ein kanningarnevnd hevur staðfest, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, villleiddi grovliga, tá ið avgerðin varð tikinum at avtaka allar minkarnar í Danmark í royndunum at basa koronu. Samstundis fáa eisini fleiri av ovastu tænastufólkunum í stjórnini, og ovastin fyri løgregluna, harðar ábreiðslur. Ábreiðslurnar eru so harðar, tí at niðurstøðan er, at einki lógargrundarlag var fyri at avtaka minkarnar.

 

Men Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er sannførdur um, at hetta fer ikki at kosta Mette Frederiksen, høvdið, í hvussu so er ikki í fyrstu syftu. Hann er eisini sannførdur um, at hon fer heldur ikki at útskriva nýval á hesum grundarlagi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sjúrð Skaale greiða frá, hvussu hann metir um støðuna eftir lemjandi atfinningarnar í frágreiðingini hjá mink-nevndini í morgun.