At renna eitt maraton, sum er 42,195 kilometrar, er stórt fyri tey flestu. Men Anette Fredskov úr Næstved hevur runnið meir enn eitt um dagin seinasta árið. 366 maraton í 365 dagar, skrivar dr.dk.
Hon hevur runnið 15.443 kilometrar sum eina roynd at vinna á sjúkuni, sklerosu, sum hon fekk staðfest fyri fýra árum síðan.
Sjúkan gevur niðursett likamsevni, ringa sjón og lammilsi. Fyri einum ári siðan setti Anette Fredskov sær fyri at berja sjúkuna niður við nógvari rørslu og ljósum tonkum.
Síðan hevur hon runnið eitt maraton um dagin. Og sunnudagin gjørdi hon ikki vandari enn at renna tvey heil maraton!
- Beint nú eri eg móð. Men mest av øllum eri eg glað, errin og takksom. Eg havi ongastaðni ilt. Eg kundi meir enn so runnið ein killometur aftrat, skuldi tað verið, sigur 41 ára gamli rennarin við Berlingske.
- Nú skal eg gera sovorðið gerandisligt saman við familjuni, og so skulu vit halda summarfrí. Síðan skal eg trappa niður eftir 300 kilometrar um vikuna, skriva eina bók ella bara sodna tað, eg havi upplivað.
Hon hevur seinasta árið slitið 20 pør av renniskóm, meðan hon hevur runnið so langt sum frá Keypmannahavn og til Sydney í Avstralia. Og sklerosan hevur ikki ávirkað rennitúrarnar.
(Mynd: Betina Garcia/Berlingske)