Hon samskiftir um allan heim

Tá Oddvá Nattestad fyri fimm árum síðani tók við sum samskipari á Listastevnu Føroya í Norðurlandahúsinum, var talan um eitt nýtt starv. Uppgávan var at leggja lunnar undir eitt spildurnýtt tiltak, sum nú hevur verið í fimm ár á rað

Dagny Joensen
???????????
Tað er torført at fáa Oddvá Nattestad at tosa um annað enn Listastevnuna og listafólk, sum hon seinastu fimm árini er komin í samband við, víða um í heiminum.
Endamálið hevur verið at bjóða føroyingum serligar upplivingar við heimskendum listafólkum og serstøkum framførslum, sum higartil ikki hava verið atkomiligar fyri føroyingar. Eitt nú við heimskendum klassiskum sangarum, rithøvundum, listaframsýningum, sniðgeving og dansi, bert fyri at nevna dømi.
? Áðrenn vit fóru undir at fyrireika Listastevnu Føroya, vóru tað vanliga útlendskir tónleikabólkar og sýningar, sum komu hendavegin. Hetta vóru oftast serliga tónleikabólkar, sum vit kendu frá fløgum og hoyrdu í útvarpinum og sjónvarpinum.
? Við Listastevnuni vildu vit royna at fáa aðrar listagreinar fram á føroyska pallin, fyri at viðka um listarliga sjónarringin hjá føroyingum, sigur Oddvá Nattestad.
Spældi sum barn á Gøtusandi
Hon er úr Syðrugøtu og spældi sum barn á sandinum í heimbygdini, sum G! festivalurin seinastu árini hevur sett síni tónlistarligu fingramerki á.
Oddvá er miðlingur av fimm systkjum. Mamman hevði handil og pápin var skrivstovumaður. Hon gekk í barnaskúlan í Gøtugjógv og í realskúla í Fuglafirði.
? Heimið hjá okkum var ógvuliga lívligt. Har komu nógv fólk og eg minnist serliga at fólk gingu húsagongd sunnudagar fyrrapart. Við hvørt bara menninir men eisini konur av og á. Har varð tosað um dagsins mál, áðrenn farið varð í kirkju, sigur Oddvá Nattestad.
Í heimbygdini var ríkt sjónleikalív og tað vakti áhugan hjá smágentuni fyri sjónleiki. Hon var hugtikin av sjónleikarunum sum framførdu og minnist serliga Amandu Konoy og Hanus Hansen, sum vóru stjørnur í hennara hugaheimi.
Tá komu klaksvíkingar eisini at framføra kabarett. - Tað var eins forvitnisligt sum tá vit í dag fáa vitjan av útlendskum listafólki, sigur Oddvá..
Tá Oddvá var liðug við skúlan, fór hon til Skálavíkar at virka sum vikarur í eitt ár.
Har fekk hon hugskotið at fara á Læararskúlan árið eftir.
Annars hevði hon ikki, sum børn flest, havt nakran dreym um, hvat hon skuldi gera, tá hon bleiv stór.
? Míni áhugamál vóru sjónleikur og at sleppa út at ferðast, men eg visti at av sjónleiki kundi tú ikki liva av.
? Eitt tíðarskeið hugsaði eg um at læra til fjarritara, fyri á tann hátt at sleppa út í verðina, sigur Oddvá Nattestad.
Noyddist at gevast á Læraraskúlanum
Hon var bert 17 ára gomul, tá hon fór undir fyrireikingarskeiðið á Læraraskúlanum Har hitti hon Niels Nattestad og lívsleiðin varð staðfest, sum Oddvá tekur til, nú tey eru gift á 37. ári.
Oddvá gekk í 1. flokki í Læraraskúlanum, tá hon átti fyrsta barnið - í summarfrítíðini í 1968.
Tá var ikki talan um barnsburðarfarloyvi og hon sat aftur á skúlabeinkinum, tá næsta skúlaár byrjaði. Tað vardi tó ikki meira enn nakrir mánaðir, so var hon aftur við barn. Hon gavst við útbúgvingini, og fór heim at ansa døtrunum, meðan maðurin, sum gekk í sama flokki, gjørdi seg lidnan við útbúgvingina.
Í 1971fór hon í starv sum vikarur í Adventistaskúlan, men fór eftir tvey ára skeið, aftur undir læraraútbúgvingina og fekk læraraprógv í 1976.
Sjónleikur sum ítriv
Sjónleikurin var kortini ikki lagdur á hillina. Tá Oddvá kom til Havnar, gjørdist hon limur í Havnar Sjónleikarfelag, gekk á dramaskeið hjá Eyðun Johannesen og spældi sjónleik í sjeytiárunum. Hon var nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag í nógv ár og eisini formaður eitt skifti, eins og hon var við til at stovna MáF, sum er meginfelagið hjá áhugaleikararum. Umframt tað var hon eisini limur í Nordisk Amatør Teaterråd.
Oddvá hevði starvast sum lærari í seks ár, tá boð vóru eftir henni at koma í útvarpið at skipa fyri barnasendingunum. Á Læraraskúlanum høvdu Oddvá og aðrir næmingarnir gjørt onkrar sendingar, eins og hon aftaná tað hevði lisið upp í útvarpinum.
Hon stóð fyri Barnaútvarpinum í fimm ár. - Tað var nýggj og spennandi avbjóðing, at skipa fyri útvarpi fyri børn, við søgum og sangi, práti og tílíkum, sum hevði áhuga millum børn og fáa tey at vera virkin í sendingunum, sigur Oddvá Nattestad.
Úr Útvarpinum fór hon í býráðið at virka sum samskipari og kunningarfólk. Har var hon í tvey ár, men fór aftur í lærarastarv í Hoyvíkar skúla í 1989, har sonurin gekk í skúla. Hon helt, at hann hevði brúk fyri at mamman var meira heima.
Samskifti og listarligt arbeiði
Í 2001 stóð lýsing í bløðunum, har Norðurlandahúsið søkti eftir samskipara.
? Eg las lýsingina og helt starvið vera áhugavert, men hugsaði ikki um at søkja. Tá onkrar áheitanir komu, skrivaði eg kortini umsókn síðsta dagin áðrenn freistin var úti. Bilsin var eg, tá eg fekk starvið, sigur Oddvá Nattestad.
? Eg visti ikki nágreiniliga, hvat starvið innibar, men hefti meg við, at talan var um listarligt arbeiði. Tá eg byrjaði, vísti seg at vera spennandi frá fyrsta degi. Tað er m.a. at fáa hugskot um møguligar framførslur á Listastevnuni, finna fram til listafólk herheima og uttanlands, at leggja fyri stýrið í Norðurlandahúsinum, sum tekur endaliga avgerð.
? Tað var stórt álit og ábyrgd, sum varð víst mær, tá eg skuldi byggja hetta starvið upp frá grundini. Ikki minst havi eg hildið tað verið umráðandi at samskiftið við listafólk hevur verið álítandi.
? Útlendsku listafólkini seta stór krøv, tá tey koma hendavegin, og tað seta vit somuleiðis mótvegis teimum. Í dag gera vit greiðar sáttmálar, ið eru á hædd við teir, sum listafólkini gera úti í heimi, sigur Oddvá Nattestad.
? Mítt arbeiði er í veruleikanu at skapa samband millum listafólk, áhoyrarnar og áskoðarar. Aðalmálið at geva áskoðarum eina uppliving og okkurt heimaftur við sær at hugsa um. Vit gera somuleiðis nógv fyri, at listafólkini skulu kenna seg vælkomin í Norðurlandahúsinum, sigur Oddvá Nattestad, sum ikki fýrdi fyri at bjóða t.d. Fay Weldon, rithøvunda, ein døgurðabita, tá hon vitjaði í fyrrárið.
Kendi rithøvundin hevði ein frítíma, og tá maður Oddvá hevði kókað tvøst og spik, helt Oddvá tað bara vera heilt náttúrligt, at bjóða gestinum heim við sær.
? Serliga umráðandi haldi eg tað vera, at geva gestunum persónligar upplivingar, sum teir ikki fáa aðrastaðni. Føroyingar eru nú einaferð soleiðis, at teir vilja vera blíðir. Tað hevur víst seg, at slíkt gestablíðni fer inn um húðina á gestunum, og ikki verður gloymt.
Sum ringar í vatninum
? Tá listafólkini fara avstað aftur, siga tey øðrum frá upplivingum sínum herheima. Tað er sum ringar í vatninum og gevur øðrum listafólkum hug at koma hendavegin, sigur Oddvá, sum meir enn so hevur fingið fyrispurningar frá listafólkum úti í heimi um møguleika at koma hendavegin.
? Ein uppgáva hjá samskiparanum er eisini at ferðast uttanlands, at vitja framsýningar og onnur listarlig tiltøk, sum kunnu hava áhuga herheima. Hóast stórt arbeiði verður lagt í at fáa samband við listafólk uttanlands og nógvar samrøður og teldupostar verða sendir, er ikki altíð, at tað eydnast. Á ferð í Danmark eitt árið, vitjaði Oddvá Nattestad listaframsýning hjá Yoku Ono, listakvinnuni, sum var gift við John Lennon, sála.
? Framsýningin var sermerkt, men eisini ógvuliga spennandi og áhugaverd. Eg helt, at tað kundi verið eitt hugskot at fingið hana til Føroyar, sigur Oddvá, sum fekk samband við umboð fyri framsýningina í Danmark. Tað førdi til samband við umboðsmannin hjá Yoko Ono í Evropa og seinni til Jon Hendricks, kuratorin hjá listakvinnuni í New York.
Fekk bræv frá Yoko Ono
? Eg sendi honum ein pakka við føroyskum fløgum, listabókum og faldarum hjá Ferðaráðnum, við fyrispurningi um at fáa framsýningina til Føroya aftaná at hon var liðug í Danmark. Tað vísti seg at hon var ferðaframsýning sum skuldi flytast víða um í Evropa, og ikki var liðug fyrr enn í oktober mánaða, ov seint til Lisatstevnuna í august.
? Eg fekk bræv aftur frá Jon Hendricks, kuratorinum hjá Yoko Ono beinanvegin, har hann segði seg ikki hava stundir júst tá, men at framsýningin kundi koma hendavegin eina aðru ferð.
Oddvá svarði aftur, at hon við familjuni fór til Boston um stutta tíð, og fegin vildi taka spurningin upp aftur seinni.
? Hann svaraði beinanvegin at hann vildi fegin hitta meg, um eg á ferðini kom til New York. Tá vit fóru tveir dagar til New York, ringdi eg til hansara, og bjóðaði honum á matstovu, so eg kundi greiða honum nærri frá virkseminum í Norðurlandahúsinum og Føroyum sum heild. Hann bjóðaði mær ístaðin heim til sín.
? Tey í ferðalagnum gløddu við, tá eg segði teimum, at eg fór at hitta kuratorin hjá kendu listakonuni.
? Eg hevði eitt býarkort at ganga eftir og fann bústaðin, har maðurin búði. Tað var at vísa seg ein bókhandil og eg fór inn. Ein frintlig kona stóð aftan fyri skivuna, og eg segði míni ørindi og spurdi um eg var farin skeiv?
? Nei, als ikki, sigur konan. Tað er maður mín tú skalt hitta. Hann hevur júst ein frítíma um lítið bil, svaraði hon blíðliga.
Sambindilið millum tveir new yorkarar
Oddvá Nattestad hevur verið fyri nógvum stuttligum hendingum hesi árini hon hevur verið samskipari í Norðurlandahúsinum, men henda var ein hin hugnaligasta.
? Eg vildi so fegin greiða manninum frá Føroyum, og vit tosaðu næstan ikki um framsýningina, av tí at hann var so forvitin at frætta um okkara viðurskifti.
? Vit sótu í hugnaliga italska køkinum hjá teimum og fingu eitt glas av víni. Við mær hevði eg faldaran frá seinastu Listastevnuni og brádliga fekk Jon Hendricks eyga á ein av luttakarunum. Tað var Ron Padgett, rithøvurdur úr New York.
? Hevur Ron Padgett verið í Føroyum, spurdi hann og eg játtaði og spurdi um hann kendi rithøvundan?
Hann hevði ongantíð hitt rithøvundan, men hevði lisið bøkur hansara, sum honum dámdi sera væl, greiðir Oddvá frá og leggur aftrat: Hugsa tær, at Listastevna Føroya var sambindilið millum hesar báðar?
Einasta umboð úr Norðurlondum
Tá spurt verður, hvat hæddarpunktið hevur verið í hesum starvi, sigur Oddvá Nattestad, at tað hava verið so nógv at torført er at finna einstakt dømi. Hon kemur kortini í tankar um eina listaráðstevnu í Dublin í 2002.
? Hetta var ein listastevna fyri framsýningar, dans og sjónleik, har 200 listafólk sýndu fram, og sum samstundis var sølustevna.
? Har vóru fólk úr øllum heimspørtum, og eg var einasta umboð úr Norðurlondum. Ein partur av ráðstevnuni var at írsku luttakarnir høvdu hvør sín bás, har tey við plakatum, filmum og faldarum greiddi frá sínum virksemi. Síðani skuldu festivalluttakarnir velja sær fýra básar, har møguleiki var fyri at frætta nærri um tað tey høvdu at bjóða.
? Eg segði sum var við eina konu eg kendi, at eg visti onki um hetta frammanundan, og ikki visti hvat eg skuldi velja, sigur Oddvá.
? Legg tú einki í tað, sigur hon. Tað eru seks sum hava valt at tosa við teg!
- Tíbetur hevði eg eitt stórt kuffert við føroyskum faldarum, fløgum og tílíkum tilfari, sum eg kundi vísa fram og greiða frá um føroyska list og viðurskiftini annars, sigur Oddvá, sum tá avtornaði keypti trý tiltøk til listastevnuna árið eftir.
Orsøkin til at Oddvá Nattestad varð bjóðað til Dublin ta ferðina, var, at "Madame Bytterfly" árið fyri varð framført á Listastevnuni. Tað vóru umboð fyri hesa sýningina, sum høvdu víst fyrireikarunum á Norðurlandahúsið í Føroyum, og bjóðaðu Oddvá til Dublin.
Í ár verður seinasta Listastevnan sum Oddvá Nattestad skipar fyri. Hon verður í døgunum 5. - 14 august. Har verður nógv forvitnisligt at síggja og hoyra. Eitt nú kenda operasangarnir Barbara Hendicks og Rúni Brattaberg, við hvør síni framførslu, listarligt cirkus, framsýning við íslendskum, grønlendskum og føroyskum sniðgeving, fotoframsýning, Anna Linned framførsla og sum rosinan í pylsuendanum fara teir í Pipar&Salt á pallin.