Myndirnar av Lynndie England og naknum irakskum fangum eru farnar um allan heimin. Á einari av myndunum stendur hon við einum fanga, sum liggur í tjóðri á gólvinum.
? Hon fekk boð um at halda tjóðrinum, og at hon skuldi brosa, so aðrir irakskir fangar kundu sleppa at síggja myndina, sigur verji hennara, Georgio Rashadd við Washington Post. Hann heldur, at yvirmenninir bóðu Lynndie England halda tjóðrinum, tí hon var kvinna, og tí at hon var tann minsta av hermonnunum. Endamálið var at eyðmíkja fangarnar uppaftur meiri.
Sjálv hevur Lynndie England sagt sína hugsan við sjónvarpið KCNC.
? Tað vóru menn við hægri tign enn eg, sum bóðu meg halda tjóðrinum. Teir tóku eina mynd. Eg fekk at vita, at myndin skuldu nýtast til at "bloyta" aðrar fangar, og meiri veit eg ikki um hatta, sigur hon.
Boð úr Pentagon
Janis M. Kapinski, generalur, hevði ábyrgdina av fongslunum í Irak. Hon hevur nú fingið eina átalu fyri tað, sum hendi í Abu Ghrainb-fongslinum í Bagdad, men tað vil hon ikki góðtaka.
Í einari frágreiðing til verjumálaráðið Pentagon skrivar hon, at tað var generalurin Geoffrey Miller, sum gav boðini um framferðina ímóti fangunum. Miller hevði frammanundan verið leiðari í fangaleguni í Guantanamo í Kuba, men nú høvdu teir politisku leiðararnir í Pentagon gjørt av at senda hann til Irak fyri at fáa meiri burtur úr fangunum har, skrivar Janis Kapinski.
Verjarnir hjá henni og Lynndie England siga, at málið er meiri umfatandi, enn almenningurin hevur fingið varhugan av, og at tann endaliga ábyrgdin liggur nógv longri uppi í skipanini.
? Rumsfeld fjalir seg aftan fyri eina bóndadóttur, skrivar Washinton Post og sipar við hesum til Lynndie England.