Hon skal fáa tað lívligari í Fuglafirði

Hon er væl kend í Fuglafirði og er góð við bygdina

Frá vinstru eru tey Rønn Eliasen, mentanarleiðari, Sissal K. Kristiansen og Dávur Juul, borgarstjóri

Nú eitt nýtt ár er byrjað, fara Fuglafjarðar kommuna og Kunningarstovan í Fuglafirði í gongd við eina verkætlan um at menna ferðavinnuna í Fuglafjarði og í hesum sambandi skal eisini ein ferðavinnupolitikkur gerast fyri býin.

 

Í fjør søktu tey eftir fólki at standa á odda fyri arbeiðnum og tey hava nú gjørt av at seta Sissal K. Kristiansen í starv av taka sær av uppgávuni.

 

Sissal, sum er cand.merc., hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár. Seinnu árini hevur hon verið sjálvstøðugur ráðgevari við størri og smærri verkætlanum, bæði í ferðavinnuni og aðrastaðni, so hon er væl kunnug við økið.

 

–  Sissal er sera góð við Fuglafjørð tí umframt at hava ættarbond til Fuglafjarðar, hevur hon eisini undirvíst á Kambsdali í fleiri ár, og hon hevur verið nógv í Fuglafirði í øllum uppvøksturinum, sigur Fuglafjarðar Kommuna í tíðindaskrivi.

 

Frá vinstru eru tey Rønn Eliasen, mentanarleiðari, Sissal K. Kristiansen og Dávur Juul, borgarstjóri