Hon syngur við sama lag

 Eg havi sungið, síðani eg var smágenta, men havi ongantíð havt ein dreym um at gerast sangstjørna úti í heimi, sigur Malan Eyðunsdóttir, sum framvegis fæst við tónleik og sang, tó at hon í løtuni brúkar orku sína til útbúgving og familjuna

- Eg havi sungið, síðani eg var smágenta, men havi ongantíð havt ein dreym um at gerast sangstjørna úti í heimi, sigur Malan Eyðunsdóttir, sum framvegis fæst við tónleik og sang, tó at hon í løtuni brúkar orku sína til útbúgving og familjuna

Dagny Joensen

Hóast Malan Eyðunsdóttir við síni kenslubornu, musisku rødd hevur hugtikið áhoyrarar í tvey ártíggju, so er hon ikki so oftani at hoyra longur.
Á vári 2002 gav hon út fløguna Malan, saman við Kára Jacobsen, men eftir tað hvarv hon meir ella minni á almenna pallinum.
- Eg valdi útbúgving og familju fram um tónleikin, sigur Malan, sum hevur fingið tvey børn og gingið á Læraraskúlan seinastu árini.
Herfyri fylti Malan Eyðunsdóttir 30 ár. Hon helt stóran føðingardag,
og hevði bjóðað eini 50 fólkum heim til sín henda dagin.
- Ólavur, drongur mín, segði áðrenn stóra dagin, at hann fór at geva mær eina føðingardagsgávu, men so hvørt sum dagurin leið, og gestirnir komu, var eingin gáva frá honum í eygsjón, sigur Malan og brosar: Brádliga reisti hann seg upp við borðið og spurdi, um eg vildi giftast við sær?
- Tað var føðingardagsgávan við lít. Eingin visti um ætlanir hansara, og sjálvandi játtaði eg av fullum hjarta, sigur Malan Eyðunsdóttir, sum var einsamøll mamma við tveimum børnum, tá hon tilvildarliga hitti klaksvíkingin, sum hon í apríl kann kalla mann sín.

Tónleik sum sergrein
Í løtuni gongur Malan á Læraraskúlan á 4. ári. Hon eigur børnini Anniku, sum er fimm ára gomul og fýra ára gamla Eyðun. Á skúlanum hevur hon tónleik sum sergrein, føroyskt og samfelagsfrøði.
Hon valdi læraraútbúgvingina, júst av tí at hon kundi velja tónleik sum serlærugrein.
Tað, at hon ikki hoyrist syngja so oftani alment, merkir ikki, at hon hevur lagt tónleikin á hillina. Hann er framvegis høvuðsáhugamál hennara, tó at tað er undir øðrum umstøðum enn áður. Eitt nú veitir hon privatundirvísing í sangi.
Tónlistarliga hevur hon við hvørt sungið saman við Jóhan Ziskason á Jinx og aðrastaðni, men hon er eisini við í dómsnevndini, tá sangkappingar hava verið kring landið, eitt nú í Ársins sangrødd, Barnaprix og nú seinast var hon dómari á Planet Awards tiltakinum í Havn.
Malan gekk á Venjingarskúlanum, og har høvdu tey framúr góðan tónleikaralærara. Tað var Jógvan Telling, sum m.a. eisini skipaði ein tónleikabólk við næmingum á skúlanum. Millum teirra vóru eitt nú Malan Eyðunsdóttir og Jóhan Ziskason.
Áhugin fyri sangi og tónleiki gjørdist ikki minni, tá tey vóru liðug í barnaskúlanum. Hesin bókurin, sum byrjaði hjá Jógvan Telling, bleiv tá til bólkin Arsenik, har Jóhan Ziskason bað Maluna koma við. Tey spældu nógv m.a. á nýggjárskonsertunum. Tá hevði Jóhan eisini ein annan tónleikabólk, sum seinni bleiv til Mark No Limits.

Mark No Limits og Prix Føroyar
-Teir bóðu meg eisini koma at syngja í hesum bólkinum, har m.a. eisini Teitur Lassen var. Hann var tá eini 15 ára gamal, lítil og klæntrasligur. Í fyrstuni gjørdu Mark, Jóhan og Teitur tónleikin og sungu fyri, meðan eg var kórgenta.
Seinni fór Teitur undir at skriva duettir til okkum bæði, eins og hann skrivaði onkran sang til mín, sigur Malan.
Kendasta lagið hjá Mark No Limits er helst Syngja sama lag , eftir Ólav Jacobsen, sum var við til at gera tónleikabólkin kendan, og tey skipaðu fyri konsertum víða um í Føroyum.
Síðani góvu tey eina fløgu út og luttóku m.a. í Prix Føroyar og komu við í finaluni í 1995 og vunnu í 1997. Tá kom rættilig ferð á, og tey spældu til nógvar konsertir Í Føroyum, og fóru á konsertferð til Noregs, Svøríkis og Danmarkar. Á ferðini fingu tey nógvar fyrispurningar um at framføra á ymsum tónleikafestivalum í Norðurlondum.
- Vit fylgdu ikki fyrispurningunum upp, ivaleyst tí vit tá ikki vóru so yrkislærd, sum teir ungu tónleikararnir eru í dag, sigur Malan.

Dámar bara væl at syngja
- Eftir studentsprógvið fekk Malan sangtímar hjá Trille Palsgaard, sum bað hana fara til upptøkuroynd fleiri ferðir, men hon var ikki rættiliga áhugað fyri hesum, so tað bleiv av ongum.
Malan: - Eg havi sungið, síðani eg var smágenta, av tí at mær dámdi so væl at syngja, men eg havi ongantíð havt ambitiónir um at fara víðari út í heim.
Hon stovnaði tó Malan Eyðunsdóttir Band í Danmark og var við í øðrum bólki, sum kallaðist Luciunation, har m.a. Niels Uni Dam, Tróndur Bogason, Torkil Olsen o.a. vóru við. Tey framførdu ymsa staðni í Keypmannahavn.
Aftan á studentaskúlan fór Malan á musikkskúla, sum var fyrireiking til konservatoriið, men áðrenn tað kom so langt, var Malan við barn og søkti tí ongantíð inn á konservatoriið.
Hon visti rættiliga skjótt, at tað ikki fór at ganga millum hana og pápan at børnunum, men av tí at hon longu tá var við barn aftur, valdi hon at fara heimaftur til Føroya.

Einsamøll mamma við tveimum børnum
- At fáa tvey børn við einum ára millumbili er strævið. Tað vita øll, sum hava roynt tað. Tá tú ert einsamøll, er tað uppaftur torførari at fáa stundir til annað enn at vera mamma.
- Sjálvandi megnar tú tað, um tú setir tær fyri, at tað skal eydnast, og tað gera eisini nógvar mammur í dag, men um eg ikki hevði so góða hjálp í foreldrunum og systkjunum, hevði tað als ikki borið til. Børnini verða eisini ógvuliga fokuserað uppá at hava bæði mammu og pápa.
- Serliga minnist eg ein dagin, eg skuldi fara í barnagarðin við dóttrini. Tá vit skuldu fara við bussinum, noktaði tann lítla. Hon vildi hava bussføraran at lyfta seg upp í bussin, og eg noyddist so snópin fram til bussføraran og spurdi hann varisliga, um hann kundi hjálpa mær?
- Hann flenti og lyfti dóttrina upp í bussin, og so var hon nøgd, sigur Malan.
Gerandisdagurin hjá Maluni er fullsettur. Umframt at ganga á Læraraskúlanum, undirvísir hon nakrar tímar í skúlanum á Velbastað og arbeiðir í sambýli fyri sinnisveik.
Hetta ber bert til, av tí at tey nú eru tvey um børnini.

Helt lívsuppgávuna vera at vera mamma
- Malan hevur gjørt lítið við at spæla nakað ljóðføri, áðrenn hon fór á Læraraskúlan, men hon fær nógv, góð hugskot at skriva tónleik, tó at hon dugir ikki so væl at fáa tað fram. Hinvegin er Ólavur, sum er verkfrøðingur, ógvuliga dugnaligur at skriva bæði orð og løg.
- Partur av framtíðini hjá okkum er tí eisini, at vit einaferð ætla okkum at geva út eina fløgu við tónleiki, sum vit bæði hava gjørt, sigur Malan.
Tá Malan var einsamøll við børnunum, søgdu fólk oftani við hana, at hon saktans fór finna sær ein mann, tí í dag er tað eingin forðing, um tú eigur børn.
- Tað hugsaði eg als ikki um. Mín lívsuppgáva var at vera mamma fyri míni børn, og tað var eg nøgd við, sigur Malan.
Tá hon var stødd í Klaksvík eina ferðina, har hon var dómari í Ársins Songrødd, hitti hon Ólav Simonsen tilvildarliga á gøtuni, og fast var beinanvegin.
- Jú eg syngi við sama lag, men eg velji tað frá eina tíð, hóast eg brellist nógv at syngja kortini, sigur Malan, sum er bæði stolt og glað um ungu tónleikafólkini, sum satsa alt í dag í royndini at gerast yrkislærdir sangarar og tónleikarar.

Ikki stoypt av sama tilfari sum Teitur og Eivør
- Kortini siti eg ikki eftir við kensluni av, at eg skuldi havt gjørt tað sama. Tað kundi eg kanska, men eg eri ikki stoypt av sama tilfari sum t.d. Teitur og Eivør, sum so fyrimyndarliga við tónlistagávum og vitjastyrki hava gjørt dreymin til veruleika.
- Eg vildi bara sleppa at syngja, men valdi útbúgving og familjuna fram um sangyrkið.
Malan og Teitur vóru ungdómsvinir og høvdu góðar dagar í Mark No Limits og í tónleikaumhvørvinum í áttati-og nítiárunum, men so fóru tey hvør sín veg.
- Kortini hava vit varðveitt sambandið, og Teitur er tann sami og altíð. Vit tosa ikki um yrkisleiðina hjá honum, tá vit hittast, men meira um, hvussu tað gongur, og hvat vit hvør sær gera o.s.fr. Viðvíkjandi tónleikaavrikinum hjá Teiti frætti eg í bløðunum og aðrastaðni, sigur Malan, sum nú gleðir seg til eitt hendingaríkt vár og summar. Hon dylir ikki, at hon helst vil hava eini tvey børn aftrat, áðrenn hon verður alt ov gomul.
Viðvikjandi sanginum, verður tað altíð ein partur av hennara arbeiði og lívinum sum heild. Bert bindur hon frið, til børnini eru vorðin størri, og hon fær stundir at gera tað, sum hon vil við sínum sangi og tónleiki.