Elsta fólk í heiminum, japanska Yoni Minagawa, er deyð av elli á einum røktarheimi í býnum Fakuschi har suðuri í Japan. Hon var 114 ára gomul. Sambært skjølum var Yoni fødd tann 4. januar í 1893, og fyri einum góðum hálvum ári síðani bleiv staðfest, at hon var elsta fólk í heiminum.
Tað er rættiliga vanligt, at fólk í Japan liva leingi, og japanskir læknar siga, at ein orsøk er í hvussu er, at japanar eta nógvan fisk og nógv rís. Fyri tveimum árum síðani kom meðallivialdurin hjá kvinnum í Japan upp í 85 ár, sum er tað mesta í heiminum. Japanskir menn liva í meðal 79 ár. Sambært japanska fólkayvirlitinum eru næstan 28.000 japanar eldri enn 100 ár.
Nú Yoni Minagawa er deyð, er Edna Parker í Indiana í USA heimsins elsta fólk. Hon er fødd 20. apríl í 1893 og er sostatt eisini 114 ára gomul.