Hon vil helst vera lukkuligur amatørur

 Fólk hava ymsar fyritreytir at meta um, hvat er dygdarverk og ikki. Tað velst um eygað ið sær, men eg fati meg ikki sum listafólk burtur av. Eg eri bert eitt vanligt menniskja, sum er farin at mála, sigur Rannvá Mortensen, sum um stutta tíð hevur einkar framsýning í Íslandi

Dagny Joensen

 Tað skuldi henda okkurt - okkurt annað enn dagligu uppgávurnar við arbeiði, familju og frítíð. Tí gjørdi eg av - tá møguleikin var til staðar, at fara til Grikkalands á listaskeið. Tað broytti fullkomiliga mín gerandisdag, sigur Rannvá Mortensen.
Við útsýni yvir Nólsoyarfjørð, stendur 55 ára gamla Rannvá Mortensen á verkstaðnum Yviri við Strond og leggur síðstu hond á framsýningina, sum verður í Eden, uttan fyri Reykjavík í næstum.
Her búgva Rannvá Mortensen og Jóanes Nielsen, rithøvundur. Tey eiga tilsamans trý børn og eitt ommu- og abbabørn.
Arbeiðsamboðini eru penslar, litir og lørift, men fremsta mál hennara er, at tað skal vera ein gleði at skapa - ikki bara at mála eitt motiv, sum kanska hevur søluvirði, men heldur at skapa nakað sannførandi og siga eina søgu, sum verður lýst í myndunum. Tað krevur nógv, tí kapping-in er stór og marknaðurin lítil.
Upprunaliga fekk Rannvá Mortensen útbúgving sum ídnaðarlaborantur í Danmark, men tá hon í 1984 kom heimaftur og flutti til Tvøroyar, sum er heimbygd hennara, var einki arbeiði at fáa í hesum yrki.
Hon fór á sjúkrahúsið á Tvøroyri at arbeiða sum sjúkrahjálpari, og tá hon seinni flutti til Havnar, helt hon fram at arbeiða í hesum yrki.
Listin og kvinnuleiklutir
 Fyri eini sjey árum síðani byrjaði Rannvá at mála. Hon hevur altíð havt áhuga fyri myndlistini. Tá hon í 1996 fekk møguleika at fara til Grikkalands á skeið í tekning, litlæru og tílíkum, tók hon sær stundir at royna nakað nýtt. Seinni fór hon til Danmarkar á listaskúla í hálvt ár, har hon lærdi meira og samstundis kom at kenna onnur fólk, sum høvdu somu áhugamál og hon.
 Hvussu bar tað til, at tú byrjaði at mála?
 Kanska var avbjóðingin í arbeiðinum ikki var tann sama longur, ella var tað bara fyri at gera nakað, sum var mítt egna, sigur Rannvá Mortensen.
 Hjá kvinnum er lívið oftani nógv merkt av teimum ymsu tíðarskeiðunum í lívinum. Vit eru konur, mammur, døtur, ommur o.s.fr., og kunnu í hesum leiklutum missa okkum sjálvar burtur, og verða kleimdar millum ymsu uppgávurnar í arbeiði og familjulívi.
 Brádliga druknar tú í øllum hesum leiklutum. Hóast tú elskar tíni nærmastu og fegin við sýna teimum alla tína umsorgan, so hevur tú við árunum onkusvegna brúk fyri at slíta hetta mynstrið og gera nakað annað, sigur Rannvá Mortensen.
Ikki ringasta skotsmál
Hon fatar ikki seg sjálva sum listafólk burtur av. Hetta var bert nakað hon fór undir av brennandi áhuga.
 Eg eri bert eitt vanligt menniskja, sum fæst við at mála, og vil heldur kallast ein lukkuligur amatørur. Tað látínska orðið fyri amatør er "amare" og merkir "at elska" - ein eldsál, sum við lív og sál gongur inn fyri at skapa nakað, sum tú kann standa inni fyri.
- Tá onnur nevna meg amatør, hugsi eg: Fínt! - tað er ikki ringasta skotsmálið at fáa, sigur Rannvá á sínum sermerkta suðuroyamáli og brosar skemtandi.
 Tað mest umráðandi er, hvussu tú setir litir saman og hvat tað merkir, sum tú vil hava fram í myndini, heldur enn at hugsa um søluvirðið. Endamálið er tað týdningarmesta, ikki hvat kann selja, sigur Rannvá Mortensen.
Hóast hon bert hevur fá ár á baki sum listakvinna, er luttak-aralistin, har hon hevur verið við á framsýningum langur.
Hon hevur verið við í felags framsýningum ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Svøríki og í Madrid.
Einkar framsýningar hava verið í Smiðjuni, Gallarí Focus, Snarskivuni, á Tvøroyri, Fuglafirði, Keypmannahavn og í Frøstrup, bert fyri at nevna nøkur støð.
Um orsøkina til at hon hevur luttikið á framsýningum uttanlands, sigur Rannvá Mortensen, at tá hon gekk á listaskúlanum í Danmark, var har ein lærari úr Eysturríki. Tá ein framsýning skuldi vera í Madrid, har ein bólkur úr Svøríki og ein úr Finnlandi skuldi luttaka, vísti hesin lærarin svenska bólkinum á verkini hjá Rannvá, sum sýndi síni verk saman við svensku listafólkunum. Síðani komu fleiri innbjóðingarnar at luttaka á framsýningum uttanlands.
Eingin avmarking í listini
 Hevur tú serligan boðskap í tínum myndum?
 Málningalistin er eitt amboð at siga eina søgu í myndum. Eg haldi ikki, at tað eru avmarkingar í tí, sum eitt listaverk skal ella kann lýsa. Tað kann vera eitt politiskt element í myndini, á sama hátt sum tá rithøvundar skriva greinar og bøkur og tónleikarar skriva tónleik. Tú kanst brúka málningar at úttrykkja teg við, sigur Rannvá.
Dømi um politisku støðutakan hennara er ein brotamynd ella kollage, sum hongur á Læraraskúlanum í Havn, sum Rannvá hevur nevnt: "Tað skulu koma dagar". Henda brotmyndin, sum er 10 metrar long og tveir metrar í hædd, umboðar altjóða arbeiðarastættin, sum eina heimsum-fatandi uppreistrarmegi. Í myndum sýnir verkið kvinnurørsluna, fiskagentur og sjómenn, ið sigur søguna um føroysku arbeiðarastættina.
Í løtuni er Rannvá Mortensen við á framsýningini í Listasavninum, har onnur stór brotamynd fyllir heilan vegg. Hon er sett saman av 11 verkum, til eina áhugaverda lýsing av lívinum hjá kvinnum.
 Verkið "Hin langa ferðin" er kvinnusøga bæði likamliga og sálarliga. Tað kann vera søgan hjá einhvørjari kvinnu. Tað kann vera um dóttur mína, mammu og mín søga, um tú vilt, sigur Rannvá Mortensen.
Tríggjar av myndunum í samlaða verkinum sýna kvinnuskap samangrógvið í einum træbuli. Litirnir tykjast frumkendir í grønum litbrigdum, sum eru tær myndir av lívsins træi.
Hvat vilt tú siga við hesum?
 Tú kanst siga, at tær eru eitt ekko av mínum lívi, ein lýsing av kvinnulívinum. Tú verður læst føst og torir ikki at slíta teg leysan, og verður soleiðis kanska fangi í tínum egna lívi, sigur Rannvá Mortensen og viðgongur, at gamli feministurin vaknar í henni, tá hon hugsar um júst hetta verkið og takkkar fyri, at hon í síni tíð lærdi um kvinnurættindi frá hesum sjónarhorni, tá hon var ung í Danmark.
Málar ikki bert við sølu fyri eyga
Hvussu eru møguleikarnar at selja slík stór verk?
 Tað er greitt, at ikki øll vilja hava slíkt manifest ella yvirlýsing á stovuvegginum, men um eg brenni fyri at skapa slík stór verk, sum eg veit eru torfør at selja, skulu tey gerast kortini, sigur Rannvá Mortensen og leggur aftrat:
 At vera ein eldsál er eitt ævigt eksperiment. Tað er neyðugt at duga handverkið og at seta litir saman sum lýsa tað, tú vilt hava fram. Tað snýr seg eisini um at finna evnir at lýsa tað tú vil siga við myndunum. Tað verður ongantíð ein vani, men ein gleði og ein avbjóðing í sjálvum sær, sum eg eldhugað gangi inn fyri.
Hon var politiskt vakt á ungum árumog hevur verið trúgv tjóðveldiskona og kommunist síðani.
 Ert tú framvegis sannførd um at kommunisman yvirlivir?
 Tað ivist eg ikki í, hóast tað er greitt at makt oftani korrumperar. Tað vita vit frá so nógvum øðrum politiskum hugsjónum, men eg eri sannførd um, at kommunistiska ideologiin er góð. Tað er, at øll skulu hava bestu fyritreytir at klára seg í samfelagnum. Hetta er mín sannføring og verður tað til mín doyggjandi dag, sigur Rannvá Mortensen.
Kann liva á einum steini
Listarliga arbeiðið fyllir nógv í gerandisdegi hennara, men hon noyðist at arbeiða sum parttíðar sjúkrahjálpari, av tí at hon sum øll onnur hevur fastar útreiðslur. Selur hon nakrar myndir, kann hon fara heim at arbeiða við listini burtur av eina tíð. Tað ræður bert um at skipa sær arbeiðið og tilveruna annars.
 Tað er tó eingin trupulleiki. Eg havi einki ímóti at liva á einum steini, um tað er neyðugt. Tað materialistiska hevur einki at týða, bert eg fái møguleikar at arbeiða við míni list og havi umstøður at vera góð við míni, sigur hon.
Um framtíðarvónirnar sigur Rannvá Mortensen, at hon ætlar at menna seg á listarliga og serliga á tí tekniska økinum í fakinum, fyri at fáa størri breidd í arbeiðinum.
Harnæst vil hon sleppa at ferðast og fáa íblástur, við at vitja á stóru listasøvnunum og gallaríunum úti í heimi.
Fyribils gongur leiðin til Íslands, har framsýng hennara verður í Eden, uttan fyri Reykjavík í 14 dagar.
 Lívið er nú einaferð soleiðis, at vit hava brúk fyri broytingum alla tíðina. At bíða eftir at fáa tíð til tað, ið stendur tær nærmast og sum tú brennur fyri, er ikki til. Tú noyðist at taka tær tíð, um tú vil vera eydnusom. Tíbetur havi eg fingið møguleikan, og tað er takkað verið familjuni, manni og børnum, sum hava verið sera hjálpsom og givið mær góðan stuðul, sigur Rannvá Mortensen.