Honda Civic e:HEV: Upp til 850 km við fullum tanga

Av tí at bilurin koyrir mest við elmegi, kann hann koyra upp til 850 kilometrar við einum fullum tanga av bensini.

 

 

Sølumenninir hjá Nordbil: Martin Dam Jacobsen og Andreas Lützen við nýggja Honda Civic e:HEV. Opið hús verður hjá Nordbil leygardagin 15. oktober, sum er í morgin.

Ein heilt nýggjur Honda Civic er komin á marknaðin. Hesin er 11. generatiónin síðan Civic fyrstu ferð kom á marknaðin í 1972.  Sostatt eru 50 ár liðin, síðan fyrsti Honda Civic kom á marknaðin. 

 

Honda Civic hevur í mong ár verið ein sermerktur bilur, hvat designi viðvíkur, bæði uttan og innan. Hesin nýggi Civic e:HEV er sportligur, samstundis sum hann er praktiskur.

 

Innan er Civic eisini nakað serligt; instrumentborðið er flott designað, og gott beinpláss er bæði framman og aftan.

 

HEV-hybrid konseptið hjá Honda við bensin og elmotorum gevur tilsamans 184 hk, og snúningsmomentið er 315 Nm. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,8 sekund. 

 

Civic e:HEV koyrir við tveimum elmotorum, sum eru tann primera drivkraftin í bilinum, meðan bensinmotorurin er meira sum ein generator.

 

Av tí at bilurin koyrir mest við elmegi, kann hann koyra upp til 850 km við einum fullum tanga av bensini. Bensintangin tekur 45 litrar. Útlátið er einans 108 g/km við blandaðari koyring. 

 

##med2##

 

Civic hevur t.d. ein infotainment-pakka við Apple CarPlay, Android Auto og satellitnavigatión. Talan er um ein sjálvløðandi hybrid, ið hevur automatisk gear sum standard. 

 

Vegna stóran eftirspurning kunnu bilarnir bíleggjast nú til levering fyrsta fjórðingsár í 2023. Tríggir bilar eru á goymslu hjá Nordbil sum demobilar, ið kunnu síggjast og roynast.

 

Civic e:HEV kostar úr 398.750 krónur.

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Sølumenninir hjá Nordbil: Martin Dam Jacobsen og Andreas Lützen við nýggja Honda Civic e:HEV. Opið hús verður hjá Nordbil leygardagin 15. oktober, sum er í morgin.

Við nýggjastu hybridtøknini koyrir nýggjasti Honda Civic upp til 850 km við fullum bensintanga.