Hondbóltsútisetar leiktu javnt í dag

Viking Stavanger fekk javnleik ímóti toppliði. Frederikshavn leikti javnt ímóti botnproppi

Viking Stavanger spældi javnleik 31-31 ímóti Sandefjord í útidysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í dag. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

12 av teimum 31 málunum stóðu føroysku spælararnir hjá Viking Stavanger fyri. Jónas G. Djurhuus fekk fimm mál, afturvendi Helgi H. Hoydal fýra mál og Kjartan Johansen skoraði trý mál.

 

Jónas javnaði til 31-31 tá bert seks sekund vóru eftir av dystinum, og tryggjaði Viking Stavanger eitt týdningarmikið stig. 

 

Venjarin, Joar Gjerde fegnast um, at Helgi H. Hoydal er við aftur, og fegnast um, at Helgi fekk fýra mál í dag, sambært Stavanger Aftenblad. Blaðið skrivar, at Kjartan Johansen hevur verið ein lyklaspælari hjá Viking Stavanger alt kappingarárið, og metir, at Kjartan var besti maður hjá liðnum í kvøld. 

 

Sandefjord liggur á triðja plássi við 23 stigum. Viking Stavanger er bert eitt stig aftanfyri Sandefjord við 22 stigum.

 

Komandi dystur hjá Viking Stavanger verður á heimavølli mikukvøldið 6. mars. Tá vitjar greiða oddaliðið, St. Hallvard, so talan verður um eina stóra uppgávu fyri føroyingaliðið í norskum hondbólti.

 

Frederikshavn var ikki í góðum skørum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Venjarin lá heima við krími, og bert átta spælarar ferðaðust til útidystin ímóti botnproppinum, Køge sum undan dystinum bert hevði tvey stig í kappingini. Millum teir sjey útispælararnar var Eirikur J. Simonsen.

 

Dysturin endaði við javnleiki 27-27, og tað var á nippinum, at Frederikshavn tapti dystin, tí Køge var á odda 27-26 og brendi eitt brotskast heilt ímóti endanum. Í seinasta minuttinum eydnaðist Frederikshavn at tryggja sær eitt stig. Eirikur J. Simonsen skoraði bert eitt mál í dag.

 

Frederikshavn er nummar níggju í deildini við 17 stigum. Komandi leygardag verður føroyingauppgerð í Frederikshavn, tí tá vitjar liðið hjá Róki Akralíð, Skæring í Frederikshavn.

 

Skæring tekur ímóti Odense í morgin, og liðið hjá Niklas Simonsen, Tønder spælir á útivølli ímóti Odder í morgin.