Hondbóltsútisetarnir á odda

Bæði kvinnurnar og harrarnir liggja fremst í sínari deild eftir sigrar í gjár

Hondbóltur

 

Mennirnir vóru á vitjan hjá CBS og vunnu 20-16 eftir hálvleiksstøðuna 8-10.

Í fyrra hálvleiki skiftust liðini at gera mál, tó at ÍF Føroyar dróg nakað frá í endanum, og fór til hálvleiks við einari leiðslu á 8-10. CBS byrjaði væl í øðrum hálvleiki, men við góðum spæli inn til strikuna og Rana Slættanes, eydnaðist tað føroyingum at varðveita lítla málmunin.

Móti endanum settu ÍF Føroyar ein minni spurt inn, so støðan eina løtu var 20-13, men tað eydnaðist CBS at fáa trý mál aftrat áðrenn dysturin var av.

Føroysku málskjúttarnir vóru Rani Slættanes 5, Heini Ellingsgaard 3, Heini Bendtsen 3, Ári Rouch 3, Róar Akralíð 2, Hjalti Jacobsen 2, Helgi Justinussen 1 og Steingrím B. Funding 1.

Menninir eru nú á odda í deildini við tveimum stigum framanfyri FIF og Team Nørrebro, sum tó hava spælt ein dyst minni enn føroyingarnir.

Kvinnurnar vóru ósigraðar undan dystinum í gjár, og tað eru tær framvegis hóast toppdystur var á skránni. Mótstøðuliðið var PI, sum føroysku kvinnurnar vunnu 21-19 á, eftir javnleik 8-8 í steðginum.

Nakað inn í seinna hálvleiki var støðan 11-11, og tástaðni kom glið á føroyska spælið. Kvinnurnar komu á odda 18-13 og so var sigurin ongantíð í vanda, hóast PI kom afturí aftur og fekk minka um málmunin.

Føroysku kvinnurnar hava fult stigatal eftir fimm dystum, meðan Ajax á øðrum plássi hevur seks stig.