Gallaveitsla
Tað eru nú tvey ár liðin, síðani fyrstas gallaveitslan fyri hondbóltinum varð hildin, og einki er at ivast í, at hetta hevur verið eitt væl eydnað tiltak.
Ikki bara hevur hetta verið ein afturvendandi táttur síðani fyrstu veitsluna, men eisini hava aðrar ítróttagreinar tikið táttin upp, sum eitt slag av endabresti fyri kappingarárið.
Í Vestmanna
Tí er sjálvsagt, at gallaveitslan aftur verður í ár, men í mun til undanfarin ár verður hon í ár hildin í Vestmanna, har føroyameistararnir hjá bæði monnum og kvinnum halda til.
Umframt, at veitslan líka sum markerar endan á kappingarárinum, er hetta eisini staðið, har ársins leikarar, venjarar og dómarar verða avdúkaði. Undanfarin ár hevur hetta verið gjørt eftir einari atkvøðugreiðslu millum leikararnar, men í ár er hendan mannagongd broytt nakað.
Hesa ferð verða tað fimm umboð fyri fjølmiðlararnar, sum saman við venjarunum hjá ymsu feløgunum og einum leikara úr hvørjum liði, sum skulu gera av, hvørji kunnu rópa seg ársins, tá kappingarárið er lagt væl og virðiliga aftur um bak.
Íalt skulu 15 virðislønir latast, og eru hesi: Ársins leikari, - málskjútti, - málverji, - verjuleikari, - venjari, - áleypari og ? stjørnuskot. Fyri hesar bólkar er galdandi, at kvinnur og menn verða kosin hvør sær. Seinasta virðislønin verður latin til ársins dómarapar.
Gallaveitslan verður hildin mikudagin komandi, og roknast kann við, at hópin av leikarum, venjarum og dómarum fara at nýta høvi til at takka hvørjum øðrum fyri kappingarárið, sum um tríggjar dagar er av.