Hondbóltsvenjingin byrjað aftur

Hondbóltur: Tey flestu 1. deildarliðini í hondbólti hjá monnum og kvinnum hava fingið venjarar, og venjingin er farin í gongd í fleiri av feløgunum

Seinastu árini hava fleiri av fremstu fótbóltsfeløgunum her á landi valt at fara út um landoddarnar fyri at fáa sær venjara. Hetta sama er galdandi fyri hondbóltin, og fleiri av vanligu FM-favorittunum hava fingið sær leikandi venjara uttan úr heimi.

Sosialurin hevur sett seg í samband við tey ymsu 1. deildarliðini fyri at frætta, hvør skal vera venjari, og um nakar nýggjur spælari er komin til felagið.


Rumeni

á odda fyri VÍF

Føroyameistararnir úr Vestmanna hava fingið sær ein 24 ára gamla rumena, Daniel Rapa, til leikandi venjara. Daniel Rapa var í Føroyum fyri góðum ári síðani, tá ið hann leikti Europa-Cup móti júst vestmenningum við rumenska felagi sínum, Steaua Bucharest.

Við sær til Føroya hevur Daniel Rapa konu sína, Ioana Rapa, sum er 22 ár gomul. Hon skal venja besta kvinnuliðið hjá VÍF, sum júst er flutt upp í bestu deildina. Kvinnurnar hjá VÍF verða eisini styrktar við at Jacklyn Durhuus, sum seinasta kappingarár leikti við føroyameistarunum Kyndli, kemur aftur til Vestmanna at leika.

Tað er einki yvir at dylja, at tað verður ein stórur smeitur fyri vestmenningar, at stórspælarin, Ingi Olsen, ikki verður at síggja á liðnum komandi kappingarár, men tað er greitt, at rumenin óivað fer at fylla tómrúmið, sum verður eftir Inga. Ingi hevur skrivað sáttmála við danska 2. deildarliðið TVIS KFUM, sum í ár flutti niður úr bestu mansdeildini í Danmark. Haraftrat er ivasamt, um veteranurin Sjúrður Holm fer at spæla hondbólt í ár.


Kyndil leitað

sær til Íslands

Teir grønu úr Havn vóru eitt tað fyrsta felagið, sum fekk sær útlendskan venjara á sinni. Tað var tjekkin Igor Kmec, sum vandi Kyndil einaferð í áttatiárunum. Síðani tá hevur Kyndil hildið seg til føroyskar venjarar, men nú eru teir so farnir út um landoddarnar aftur.

Felagið hevur verið í okkara brøðratjóð fyri vestan, Íslandi, og har hava tey fingið sær ein leikandi venjara, sum eitur Jakob Jónsson. Hesin 34 ára gamli íslendingurin er komin til landið, og kyndlamenn eru farnir undir venjingarnar. Við sær til landið hevur Jakob Jónsson ein annan íslending, sum skal verja málið, nú Hans á Lag hevur valt at taka fótbóltin fram um hondbóltin. Hópurin hjá Kyndli er annars óbroyttur.

Jakob Jónsson hevur drúgvar royndir sum leikari, og hann hevur millum annað leikt sum yrkisleikari í Noreg í nøkur ár við sera góðum úrsliti.

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu sum kunnugt meistaraheitið seinasta kappingarár, og tær ætla at endurtaka bragdið aftur í ár. Sophus Dahl-Christiansen venur kvinnurnar aftur í ár, og leygardagin kemur danski stórskjúttin, Lotte Sørensen, aftur til landið, og verður hetta triðja árið í slag, at hon spælir við havnarfelagnum. Einasti leikari, sum er farin burtur av Kyndlahópinum, er Jacklyn Durhuus, sum er farin aftur til barndómsfelagið VÍF. Rúna Hansen úr Stjørnuni er nýggjur spælari í kvinnuhópinum hjá Kyndli.


Jónleif heldur fram hjá strandingum

Bæði besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá StíF vunnu silvur í fjør. Hetta sær eisini út til at verða nøktandi fyri leiðslu felagsins, tí at báðir venjararnir halda fram.

Fyrrverandi spælskiparin hjá Kyndli, Jónleif Sólsker, heldur fram sum leikandi venjari hjá monnunum, meðan Johan Danielsen heldur fram sum venjari hjá kvinnunum.

Strandingar hava ikki mist nakað fólk, burtursæð frá at onkur spælari bert er við, tá ið hann ikki er til sjós. Hetta er serliga galdandi fyri Tummas Johansen og eykamálverjan Janus Berthelsen. Skálamaðurin John Petersen styrkti munandi um liðið móti endanum av kappingarárinum í fjør, men enn er ikki greitt, um hann verður við í ár.

Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt upplagt FM-heiti burtur á næstseinasta spælidegi, ætla sær óivað at fáa hendur á gullinum í ár. Hópurin hjá StíF-kvinnunum er so at siga óbroyttur, og í Signhild Petersen eiga tær ein tann besta kvinnuliga hondbóltsspælaran í Føroyum.


Andreas skal

venja Neistan

Neistin endaði á aftasta plássi í bestu mansdeildini seinasta kappingarár, men slapp hóast tað at halda fram í 1. deild, tí at aðalfundurin hjá HSF samtykti, at 1. deild hjá monnum skuldi umfata sjey lið nú í mun til seks fyrr. Felagið ætlar í ár at bøta um vánaliga úrslitið seinasta ár, og í tí sambandi hevur Neistin fingið sær fyrrverandi landsliðsleikaran Andreas F. Hansen til venjara. Andreas, sum hevur vunnið mong FM-heitir við Kyndli, leikti seinasta kappingarár við H71, men nú skal hann so venja Neistan.

Enn er sáttmálin ikki undirskrivaður millum Neistan og Andreas, men tað verður væntandi seinni í hesi vikuni. Tað er ikki ætlanin, at Andreas sjálvur skal spæla, tí at hann er so mikið darvaður av skaðum. Óvist er eisini, um Neistin fær nakran nýggjan spælara til felagið.

Kvinnurnar hjá Neistanum fáa eisini nýggjan venjara. Tað verður vestmenningurin Páll Poulsen, sum fyrr hevur vant menninar hjá H71. Leikarahópurin hjá neistakvinnunum verður helst óbroyttur.


Venjaraspurningurin

í H71 ikki avgreiddur

Hoyvíkingar royndust væl í fjør. Steypavinnarar fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, og haraftrat vunnu teir eisini bronsuheiðursmerkini í landskappingini. Ein av høvuðsorsøkunum til góða úrslitið var leikandi íslendski venjarin, Hans Guðmundsson, sum eisini var greiður toppskjútti hjá liðnum.

Enn er ikki greitt, um Hans Guðmundsson skal venja liðið, men ætlanin er í øllum førum at hann skal halda fram í felagnum.

Tað ljóðar fyri vist, at ein rumeni kemur til landið seinni í vikuni og skal royndarvenja við hoyvíkingum. Hetta verður heldur ikki avvíst av H71, so okkurt er helst um slaturin.

Einasti spælari, sum higartil hevur boðað frá, at hann ikki verður við komandi ár, er Andreas F. Hansen, sum jú fer at venja Neistan.


KÍF ongan venjara enn

Kollfirðingar endaðu á næstaftasta plássið í bestu mansdeildini í fjør. Leikarahópurin er lítið broyttur í mun til í fjør. Einasta broytingin er tann, at ein tann sterkasti spælarin hjá kollfirðingum, Jóan Pauli Olsen, er farin til Danmarkar at spæla hondbólt og at búleikast. Hetta er ein dyggur smeitur fyri KÍF.

Tað var eisini ein dyggur smeitur fyri kollfirðingar, at venjarin, sum felagið hevði gjørt avtalu við fyri kappingarárið 98/99, brádliga gav avboð, so at teir við eitt stóðu uttan venjara. Felagið arbeiðir í løtuni við at útvega ein annan venjara, men enn er einki komið undir land.


NSÍ og GÍ lagt

saman hjá kvinnum

Eftir at seinasta kappingarár var liðugt, leiktu kvinnurnar hjá GÍ og NSÍ tveir dystir um rættin til at spæla í 1. deild. GÍ vann samanlagt, men nú hava feløgini bæði so avgjørt, at kvinnuliðini skulu leggjast saman, so at liðið komandi ár helst ber heitið GÍ/NSÍ.

Venjari hjá felagsliðnum inni í Eysturoynni verður hin navnframi Sverri Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari.

Tað hevur ikki eydnast okkum at finna fram til, hvør ið skal venja mansliðið hjá NSÍ, sum verður nýggja liðið í bestu mansdeildini. Onkur hevur nevnt, at Sverri Jacobsen helst er best boðið, men tað hevur ikki verið møguligt at fingið nakað svar.

Ein trupuleiki við mansliðnum hjá NSÍ er tann, at teir flestu spælararnir eisini spæla fótbólt við besta liði felagsins. Hetta ger, at tá ið hondbóltskappingin fer í gongd, eru teir ikki lidnir við fótbóltskappingina.


Stjørnan enn í óvissu

Eitt annað av liðunum, sum enn ikki hevur fingið avgreitt venjaraspurningin, er kvinnuliðið hjá Stjørnuni.

Seinasta kappingarár vandi havnarmaðurin Geir Wardum, sum er búsitandi í Klaksvík, stjørnakvinnurnar, men hann venur tær neyvan í ár. Eftir hvat Sosialurin hevur funnið fram til, so arbeiða klaksvíkingar framvegis við venjaraspurninginum.

Leikarahópurin hjá Stjørnuni verður nærum óbroyttur. Einasti spælari, sum fellur frá, er strikuspælarin Rúna Hansen, sum fer at spæla við Kyndli.


Torført at fáa

venjara í Suðuroy

Kvinnurnar hjá VB ætla sær at byrja venjingina í komandi viku, men er eingin venjari funnin. Tað var Bogi Mortensen, sum vandi vágskvinnur seinasta kappingarár, men hann venur tær ikki í ár.

Úr Vági frætta vit, at tað er sera trupult at fáa venjara, men at fundur verður seinni í vikuni, og vóna VB kvinnurnar, at okkurt fer at spyrjast burtur úr hesum fundi.


Spennandi

kapping í fjør

Í fjør var tað serliga kappingin hjá kvinnunum, sum var spennandi.

Leingi vóru trý lið, sum togaðust í toppinum. StÍF hevði munin meginpartin av endaspælinum, Neistin varð settur av áðrenn seinasta umfar, og í allarseinasta og avgerandi dystinum á Skála megnaði Kyndil at vinna á StÍF og sostatt ogna sær føroyameistaraheitið hjá kvinnunum fyri fyrstu ferð síðani 1981.

Neistin vann steypakappingina eftir finalusigur á Kyndli.


VÍF nógv best

Hjá monnunum var ivin ikki so stórur. Tá endaspælið byrjaði, var VÍF á odda, og StÍF var sum so einasta liðið, sum hevði samband við vestmenningar. Men so kom stígur í hjá strandingum, samstundis sum H71 fór at gera vart við seg.

Men VÍF var ikki til at taka, og í triðseinasta umfari tryggjaðu vestmenningar sær føroyameistaraheitið annað árið á rað.

Hóast hoyvíkingar gjørdust ov stuttir í landskappingini, høvdu teir kortini eitt sera gott kappingarár, og í steypakappingini endaðu teir á ovastu rók eftir finalusigur á Kyndli, sum sostatt tapti báðar steypafinalurnar.

Hetta var fyrstu ferð, at H71 vann nakað í bestu deildini hjá monnum.

Annars er at nevna, at eingin flutti niður í 2. deild í fjør.

Í fjør vóru seks lið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men í ár eru tey sjey í tali.

Nýggju liðini eru NSÍ hjá monnum og VÍF hjá kvinnum.

Sosialurin ynskir øllum eitt gott kappingarár.