Hondbóltur: Anja Andersen til Føroya

Næsta fríggjadag kemur heimskenda danska hondbóltskvinnan, Anja Andersen, til Føroya á vitjan. Tað er formula.fo, sum, saman við hondbóltsfeløgunum í Havn, hevur fingið vitjanina í lag

Fríggjadagin í næstu viku fáa føroyingar forkunnuga hondbóltsvitjan. Tá kemur danska hondbóltsstjørnan Anja Andersen til Føroya á vitjan í tveir dagar, sum gestur hjá formula.fo í Havn. Ferðin hevur formula.fo fingið í lag í samstarvi við Fujitsu-Siemens, sum er høvuðsstuðul hjá Slagelse Forenede Håndboldklub, har Anja Andersen nú er ítróttarstjóri.


Tað munnu vera tey fægstu, sum hava eitt sindur av áhuga fyri hondbólti, sum ikki kenna til og hava sína hugsan um Anju Andersen. Hon var í fleiri ár týdningarmikil partur av tí framúr góða danska landsliðnum, sum endaði við at vinna bæði OL-, EM- og HM-kappingina. Hóast tendringin kanska er í betra lagi, so er eingin ivi um, at her er talan um ein hondbóltsleikara, sum tá hon var upp á tað besta, kundi teljast millum teir bestu heimurin nakrantíð hevur fostrað.


Skráin fyri túrin hjá Anju Andersen er tann, at hon fríggjadagin fer at skipa fyri einum minni hondbóltsskúla í Havn. Har fáa eini 75 børn høvið til at venja saman við heimsstjørnuni, men hóast tiltakið verður í Havn, so er eisini ætlanin, at børn úr øðrum hondbóltsfeløgum enn teimum í Havn, sleppa at vera við í venjingini.


Anja hevur havt hondbóltsskúlar í Danmark í fleiri ár og áhugin hevur verið sera stórur. Tað eru sjálvsagt hennara serligu gávur, sum hondbóltsleikari, sum draga børnini til, men eisini tað, at hon hevur traditionellar mátar at venja uppá. Hon leggur dent á, at tað skal vera stuttligt at spæla hondbólt, og spælið skal eisini vera stuttligt at hyggja at hjá áskoðarunum. Tí roynir hon at venja ungu leikararnar serligar fintur og annað skemtiligt. Eydnast hesin hondbóltsskúlin væl, so er ikki óhugsandi, at Anja eisini í framtíðini fer at skipa fyri hondbóltsskúlum í Føroyum, sigur Áki Johansen, frá formula.fo.


Leygardagin verður Anja Andersen at hitta í SMS. Millum klokkan ellivu og eitt leygardagin fer Anja at hitta børn og skriva autografar. Hetta hevur hon gjørt mangar ferðir í Danmark og tað hevur drigið nógv fólk. Seinni leygardagin er ætlanin, at hon skal støkka inn á gólvi til venjignina hjá U-20 kvinnulandsliðnum, og ætlanin er, at hon skal verða við í venjingini í ein tíma ella so.


Um kvøldið bjóðar formula.fo til ein døgverða í Kirkjubø fyri ferðalagnum úr Danmark, sum umframt Anju, m. a. telur stjóran í Fujitsu Siemens í Danmark, Karsten Madsen. Ferðalagið fer avstað aftur úr Føroyum sunnudagin.