Stjørnan og Neistin bresta saman í bestu kvinnudeildini í dag. Fýra hondbóltsdystir í bestu deildunum skulu avgreiðast í dag. Tríggir í kvinnudeildini, og ein í mansdeildini.
Oddadystur hjá kvinnum
Tað eru fýra innanhýsis dystir, sum resta í, millum fremstu trý liðini hjá kvinnum. Ein dystur skal spælast í dag. Stjørnan kann vinna seg eitt stórt fet nærri finaluplássi, og Neistin kann ikki loyva sær at missa fleiri stig. Dysturin í KÍ-høllini byrjar klokkan 15.00.
VÍF og Tjaldur spæla í Vestmanna. Tann dysturin byrjar klokkan 14.30. Nýkosnu steypavinnararnir úr Runavík roynir at taka av møguleikanum, nú annað hvørt Stjørnan ella Neistin, ella bæði, missa stig í dag.
Í Vági fær VB vitjan av botnproppinum StÍF. VB hevur havt viðvind seinastu vikurnar. Kvinnurnar úr Vági hava ikki tapt seinastu fýra landskappingardystirnar. Dysturin byrjar klokkan 15.00.
Týdningarleysur dystur
Tað er mest sum greitt, at Neistin og KÍF skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið hjá honnum. Kollfirðingar vunnu á StÍF í gjár og økti um munin niður til Kyndil, sum er nummar trý. Fimm stig skilja tey liðini.
Tað er eisini ein dystur uttan stórvegis týdning, sum skal avgreiðast í Vestmanna í dag. VÍF og H71 spæla. Dysturin byrjar klokkan 16.00.
Dystirnir í dag, kvinnur:
Klokkan 14.30: VÍF ? Tjaldur
Klokkan 15.00: Stjørnan ? Neistin
Klokkan 15.00: VB - StÍF
Stigatalvan, kvinnur:
1. Stjørnan ? 17 dystir, 28 stig
2. Tjaldur ? 17 dystir, 26 stig
3. Neistin ? 16 dystir, 24 stig
4. VB ? 17 dystir, 18 stig
5. Kyndil ? 18 dystir, 14 stig
6. VÍF ? 17 dystir, 7 stig
7. StÍF ? 16 dystir, 1 stig
Dysturin í dag, menn:
Klokkan 16.00: VÍF ? H71
Stigatalvan, menn:
1. Neistin - 18 dystir, 35 stig
2. KÍF ? 18 dystir, 24 stig
3. Kyndil ? 18 dystir, 19 stig
4. VÍF ? 17 dystir, 17 stig
5. H71 ? 17 dystir, 16 stig
6. StÍF ? 18 dystir, 11 stig
7. Team Klaksvík ? 18 dystir, 2 stig