Neistin vann uppiborið 25-19 á VB seinnapartin. Støðan í hálvleikinum var 12-10 til heimaliðið. Gestirnir úr Vági løgdu bragdliga fyri og vóru á odda fyrstu løtuna. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki steðgaði upp hjá VB, og Neistin fekk leiðsluna. Tá hóttu kvinnurnar úr Vági ongantíð aftur.
Barbara Brauer, Neistin, var aftur toppskjútti hesaferð. Hon fekk níggju mál.
Gurið K. Mortensen og Una Egilsdóttir vóru toppskjúttar hjá VB við fimm málum hvør.
STIGATALVAN:
1. Stjørnan ? 18 stig og 10 dystir
2. Neistin ? 15 stig og 10 dystir
3. Tjaldur ? 13 stig og 9 dystir
4. Kyndil ? 10 stig og 10 dystir
5. VB ? 7 stig og 10 dystir
6. VÍF ? 4 stig og 10 dystir
7. StÍF ? 1 stig og 9 dystir