Kvinnurnar úr Vági vunnu 31-23 á Stjørnuni, sum mist eitt týðandi fet í oddastríðnum.
VB var á odda allatíðina. Heimaliðið var á odda 10-1, tá 13 minuttir vóru spældir, og Stjørnan kom ongantíð aftur í aftur.
Í Vestmanna vann Neistin greiðan sigur á VÍF. Úrslitið var 33-24. Neistin er fyribils oddalið í SunSet-deildini.
Stigatalvan, SunSet-deildin:
1. Neistin ? 23 stig
2. Tjaldur ? 21 stig *
3. Stjørnan ? 20 stig *
4. VB ? 13 stig
5. Kyndil ? 12 stig
6. VÍF ? 6 stig
7. StÍF ? 1 stig
Tjaldur og Stjørnan hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir.