Hondbóltur, kvinnur: Stjørnan steðgaði Tjaldur

Stjørnan vann uppiborið 30-23. Hálvleiksstøðan var 15-13 til heimaliðið.

 

Tjaldur hevði vunnið 11 dystir upp í slag undan oddadystinum.

 

Tað var nógv ferð á spælinum í kvøld. Gestirnir tóku nógvar skeivar avgerðir og misnýttu fleiri upplagdar møguleikar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Stjørnan fleiri mál, uttan at gestirnir svaraðu aftur. Tá varð sigurin staðfestur.

 

SunSet-deildin:

 

1. Stjørnan ? 16 dystir, 26 stig

2. Tjaldur ? 16 dystir, 25 stig

3. Neistin ? 16 dystir, 24 stig

4. VB ? 16 dystir, 17 stig

5. Kyndil ? 17 dystir, 13 stig

6. VÍF ? 16 dystir, 6 stig

7. StÍF ? 15 dystir, 1 stig