KÍF vann 30-25 móti Kyndil seinnapartin. Støðan í hálvleikinum var 17-12 til kollfirðingar.
Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at KÍF vann sær trivaliga leiðslu, og Kyndil hótti ongantíð.
Gert Hansen skeyt flest mál fyri KÍF. Hann fekk seks mál.
Rúni Johansen, Kyndil, var toppskjútti við 10 málum.
Neistin vann stórsigur í høllini á Hálsi. Greipuvinnararnir vunnu 41-24 móti Team Klaksvík. Støðan í hálvleikinum var 21-9 til heimaliðið.
Tað var serliga hugaligt hjá heimaliðnum, at Jugoslav Djumic var aftur á vøllinum. Hann skeyt fýra mál.
Finnur Hansson, Neistin, var toppskjútti við 10 málum. Sámal Olsen og Zarka Petrovic skutu flest mál fyri Team Klaksvík. Teir fingu fimm mál hvør.
VÍF hevði ikki vunnið í seinastu trimum landskappingardystunum, tá StÍF vitjaði í Vestmanna seinnapartin. Vestmenningar komu aftur á beint og vunnu greitt 28-15.
Tað var seinastu løtuna í fyrra hálvleiki, at heimaliðið rann undan. Teir fóru frá 8-6 upp á 12-6, sum var hálvleiksstøðan.
Magnus Muller, VÍF, var toppskjútti við átta málum.
Leivur Justinussen, StÍF, var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.
STIGATALVAN:
1. Neistin ? 13 stig
2. KÍF ? 11 stig
3. H71 ? 8 stig *
4. Kyndil ? 7 stig
5. VÍF ? 5 stig
6. StÍF ? 4 stig
7. Team Klaksvík ? 0 stig
H71 hevur spælt seks dystir, og hini liðini hava spælt sjey dystir.