Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, byrjar hondbóltskappingin í dag. Í 1. deild verða tríggir dystir spældir í dag og tríggir í morgin.
Í bestu mansdeildini verður lagt hart út, tí longu í dag spæla føroyameistararnir VÍF móti silvurvinnarunum StÍF. Í fjør var StÍF ein stóran part av kappingini einasta liðið, sum hótti vestmenningar, ið lógu fremst alt kappingarárið, men strandingar dragnaðu móti endanum. Jónleif Sólsker er framvegis venjari á Skála, meðan VÍF hevur mist Inga Olsen. Hinvegin hava vestmenningar fingið nýggjan spælandi venjara, Daniel Rapa, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hann fer at roynast í ár.
VÍF-kvinnurnar hava eisini fingið nýggjan venjara. Ioana Rapa er kona Daniel Rapa, og eins og maðurin spælir hon sjálv við sínum liði, har hon ivaleyst fer at taka ein stóran part av byrðuni í ár. VÍF-liðið er júst flutt upp, men hava í venjingardystum víst, at teir kunnu standa seg í bestu deildini. Umframt spælandi venjaran er Jacklyn Djurhuus, sum spældi við Kyndli í fjør, komin aftur til VÍF. StÍF var sera nær við at gerast føroyameistari, men tapti í seinasta dystinum móti Kyndli. Føroyameistaraheitið hjá kvinnunum hevur ikki verið á Skálafjørðinum síðani 1993, tá Skála bleiv føroyameistari, men StÍF-kvinnurnar verða ivaleyst grammar eftir at koma eitt pláss longri upp, enn tær endaðu í fjør.
Petur S. Dahl og Hallur Danielsen úr H71 eru settir at døma dystirnar á Skála í dag.
Ein dystur afturat verður í dag, og hann verður í Vestmanna, har KÍF skal spæla móti Neistanum. Í fjør var hetta tann avgjørdi botndysturin í 1. deild, men nógv bendir á, at tað ikki verður soleiðis í ár. Neistamenn fingu góð úrslit í havnarkappingini seinasta vikuskiftið, har bert óhepni forðaði teimum í at fáa nakað stig. Andreas F. Hansen er nýggjur venjari hjá Neistamonnum, og teir mugu metast sum favorittar móti KÍF í dag.
Herfyri skrivaðu vit, at KÍF helst noyddist at taka sítt lið úr kappingini, men nú er greitt, at kollfirðingar ætla sær at royna. Jákup Dam, næstformaður í KÍF, sigur, at hóast umstøðurnar eru truplar, so verður KÍF við í landskappingini í ár.
Kollfirðingar hava eitt gott lið í deildini dreingir 16, og ætlanin er at royna at klára seg sum frægast, inntil hesir eru nóg gamlir at taka yvir hjá teimum vaksnu.
? Nú eru útlitini fyri, at vit fáa eina ítróttarhøll í Kollafirði, eisini rættiliga góð, so tað gevur okkum gomlu eisini eitt sindur meira áræði, heldur Jákup Dam fyri.
Ein ítróttarhøll í Kollafirði er partur av avtaluni millum Kollafjarðar og Tórshavnar kommunu um samanleggingina, sum skal fara fram í 2001. Nýggja høllin skal liggja við skúlan, og í Kollafirði vóna tey, at hon er komin væl áleiðis, tá kommunurnar verða lagdar saman.
Dánial og Kári Hansen úr NSÍ eru settir at døma dystin í Vestmanna millum KÍF og Neistan.
Eisini tríggir dystir
í morgin
Í morgin verða tveir dystir í Havn og ein í Vági. Dysturin í Suðuroynni er kvinnudysturin millum VB og Neistan, sum ofta fyrr hevur havt tað trupult í Vági. VB-liðið er altíð torført at basa á heimavølli, og vit minnast, at vágskvinnur í fjør rættiliga óvæntað vunnu á kyndlakvinnum í Havn.
Neistaliðið formáddi sær ikki so nógv í Café Natúr-dystinum móti Kyndli seinasta vikuskiftið, men tær fara ivaleyst at koma fyri seg og verða við, har tað hendir. Eitt oddastríð uttan Neistan er sera, sera sjáldsamt í kvinnudeildini, har bláa havnarliðið hevur vunnið FM-heitið 36 ferðir.
Svend Åge Seloy og Símun Olsen úr VÍF eru settir at døma dystin millum VB og Neistan.
Dystirnir í Havn eru millum ávikavist Kyndil og Stjørnuna hjá kvinnum og Kyndil og H71 hjá monnum, og báðir dystirnir kunnu gerast sera spennandi.
Kyndlakvinnurnar vunnu FM seinast, men tykjast ikki vera heilt so sterkar sum í fjør. Stjørnan sær hinvegin út sum eitt tað mest spennandi liðið í ár, nú tær hava fingið onkrar av teimum »góðu gomlu« aftur á liðið.
Kyndil vann havnarkappingina, eisini nevnd Café Natúr Cup, hjá bæði kvinnum og monnum seinasta vikuskifti. Hjá monnunum vann Kyndil í avgerandi dystinum móti H71, og hesi liðini tørna saman aftur í morgin. Hetta eru eisini liðini, sum spældu í steypafinaluni seinasta kappingarár. Bæði liðini hava í ár íslendskan venjara og aðrar íslendskar spælarar á liðnum, og hesir tykjast at trívast væl millum føroysku spælararnar.
Tað eru teir báðir Hjalmar Petersen og Kristian Johansen úr Neistanum, sum skulu døma dystirnar á Hálsi.
Aðrastaðni í blaðnum stendur at lesa, at av hvørjum atgongumerki, sum verður selt, fara 10 krónur beinleiðis til ungdómslandsliðini hjá HSF, so vónandi fara fólk um alt landið at taka væl undir við hondbóltinum og landsliðunum í ár.