Hondbólturin spælir aðruviolin

Er hann nevndur, so er hann kendur, men tað er meira fyri fótbólt og topphúgvu enn fyri hondbóltin

Inni við Skálafjørðin situr Jens Martin Knudsen og veit ikki rættiliga, um hann skal fara undir enn eitt hondbóltsár.

Eitt er í hvussu er vist. Hann skal ein lítlan túr til Prag fyrst. Fótbóltslands-liðið skal spæla móti Kekkia, og tann dysturin skal í hvussu er fáast frá hondini áðrenn nakað verður gjørt við hondbóltin yvirhøvur.

Men efir tað er spurningurin jú um okkurt tilboð liggur á borðinum um ein sáttmála í útlandinum, hvør veit.

? Fái eg eitt gott tilboð, so fari eg, og so verið eg hondbóltin fyriuttan í ár, sigur Jens Martin, sum so sanniliga dugir til annað enn at standa í einum fótbóltsmáli.


Ambitiónirnar burtur

Jens Martin hevur spælt hondbólt í nógv ár. Hann hevur verið á fleiri landsliðum, og kann millum annað breggja sær av, at hann hevur vunnið á íslendska landsliðnum.

Tað eru tað ikki so nógvir føroyingar sum kunnu.

Kortini spælir hondbólturin aðruviolin, tí fót-bólturin er tann ítróttargreinin, sum hevur fyrsta prioritet.

Tað er nú kanska ikki so løgið, tá samanumkemur, tí hann hevur staðið seg sera væl í íslendsku kappingini sum júst er farin afturum.

? Ambitiónirnar eru ikki tær somu nú sum fyrr, og tað er tað nokk einki óvanligt í, sigur hann


Trupult at

koma í gongd

Sum sagt so er Runavíkin gjøgnumsúrgað av fótbólti, og tí verður ikki so stórur dentur lagdur á hondbóltin.

Fyri at siga tað eru umstøðurnar hjá venjara og felagið púra hopleysar, tí venjarin hevur ikki ánilsi av, hvør verður við á liðnum fyrr enn fótbóltskappingin er av og spælararnir hava havt frí eina tíð.

? Tað haldi eg teir skilja. Fótbóltsspælararnir velja fótbóltin framum og tí verða úrslitini hareftir, sigur Jens Martin Knudsen, sum kortini dugir at síggja trupulleikarnar av, at fótbóltsleikararnir koma seint ígongd.

Annars væntar Jens Martin Knudsen, at Tjaldur skal til at kappast við H71 og KÍF um stigini.

? Tað fer at ganga betri hjá Tjaldur í ár enn tað gjørdi í fjør, tað ivist eg onga løtu í, sigur Jens Martin, sum roknar við at teir tá avtornar munnu fara at liggja umleið mitt í stigatalvuni.