Hondbóltur og ull eru føroya gull

Hondbóltssamband Føroya og tógv- og klædnaframleiðslufyritøkan Navia hava gjørt nýggja samstarvsavtalu.

Í samstarvinum liggja spennandi ætlanir, sum væntandi síggja dagsins ljós í heyst, tá føroysku landsliðini hjá monnum og kvinnum aftur skulu í eldin.

Í farnu viku vóru umboð fyri Hondbóltssamband Føroya, Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna, og landsliðsleikararnir, Peter Krogh og Karin Egholm og vitjaðu á høvuðsætinum hjá Navia á Toftum, har samstarvsavtalan eisini varð undirskrivað saman við Óla Kristiani á Torkilheyggi, stjóra og eigara.

Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan, »at ynski hevur verið at styrkja um samleikan, tá okkara landslið og fjepparar eru saman, bæði heima og úti í verð, og her var Navia ein upplagdur møguleiki.« Óla Kristian viðmerkir, »at í Navia hava vit góðar møguleikar og førleikar, at lofta einum tílíkum ynski, og at tað er spennandi at vera við í nøkrum, sum allir føroyingar soleiðis standa saman um.«

Meira um samstarvið verður kunngjørt í næstum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

 

##med2##

##med3##

##med4##