Hondbóltur: Russisku kvinnurnar í finaluni

Tað verða Frakland og Russland, sum fara at kappast um gullheiðursmerkini

Russisku hondbóltskvinnurnar vunnu á Noreg við einum máli í hálvfinaluni fyri løtu síðani. Tað merkir, at russisku kvinnurnar skulu møta fronsku kvinnunum í finaluni.

 

Tað kundi annars blivið ein norðurlendsk finala, tí bæði Noreg og Svøríki vóru í hvør sínari hálvfinalu. Í morgun áttu svensku kvinnurnar lúta fyri teimum fronsku, og nú seinnapartin taptu tær norsku ímóti tveimum russisku.

 

Russlandi var fyri tað mesta frammanfyri, men Noreg dróg inn á Russland móti endanum í dystinum. Men tað vóru tær russisku, sum drógu longra stráið og vunnu 27-26 á Noreg.