Hópgrøv við 300 líkum í Lysytsjansk

- Her liggja eini 300 lík í hópgrøvini, og vit hava jarðað fólk her síðan apríl, sigur ukrainski hermaðurin, Serhij Veklenko.

Tað sigur seg sjálvt, at her er stórt mannfall, tá íbúðarbygningar síggja soleiðis út sum hesin.

Nógv lík, helst eini 300 í tali, eru stoytt í eina opna hópgrøv í útryðjuni av ukrainska býnum, Lysytsjansk.

 

Tað sigur ein ukrainskur hermaður, Serhij Veklenko, við ávísina, New York Times.

 

Millum tey deyðu eru mong sivilfólk, sum eru dripin í russiskum álopum móti býunum, Lysytsjansk, Sievjerodonetsk og Rubizjne.

 

Tá spurt verður, hví mold ikki er løgd oman yvir líkini í hópgrøvini, verður sagt, at gravmaskinur og annar útbúnaður er latin hermonnunum.

 

- Herurin hevur fingið maskinurnar, so teir kunnu grava sær skotgravir til verju móti russisku álopunum.

 

Serhij Veklenko sigur eisini við New York Times, at eingin avvarðandi er komin eftir líkunum, so tey kundu jarðast.

 

- Eg vil meta, at her liggja eini 300 lík í hópgrøvini. Vit hava jarðað fólk her síðan apríl, leggur hann aftrat.

 

 

 

Tað sigur seg sjálvt, at her er stórt mannfall, tá íbúðarbygningar síggja soleiðis út sum hesin.