Hópurin hjá Norðurmakedonia sum skal møta Føroyum

Norðurmakedonski landsliðsvenjarin hevur tikið út 28 leikarar til dystirnar móti Malta og Føroyum

27. mars klokkan 18 spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst móti Norðurmakedonia í Skopje. Talan verður um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar.

 

Norðurmakedonski landsliðsvenjarin, Blagoja Milevski hevur tikið út 28 leikarar til EM-undankappingardystin móti Malta 24. mars, og venjingardystin móti Føroyum tríggjar dagar seinni.

 

Og í nøkrum førum er talan um feløg í teimum fremstu fótbóltsdeildunum í Evropa, so føroyska liðið fær sína sak fyri 27. mars. 

 

Her er norðurmakedonski hópurin:

 

Málverjar:

 

Stole Dimitrievski – Rayo Vallecano (Spania)

Damjan Shishkovski – Doxa (Kýpros)

Kristijan Naumovski – Shkupi 

Igor Aleksovski – Rabotnichki 

 

Verjuleikarar:

 

Visar Musliu – Ingolstadt o4 (Týskland)

Gjoko Zajkov – U Craiova (Rumenia)

Darko Velkovski – Al-Ettifaq (Saudiarabia)

Stefan Ristovski – Dinamo (Kroatia)

Ezgjan Alioski – Fenerbahçe (Turkaland)

Egzon Bejtulai – Shkendija 

Kire Ristevski – Pyunik (Armenia)

Vladica Brdarovski – Shkupi 

Dojan Dimoski – Akademija Pandev 

 

Miðvallarar:

 

Enis Bardhi – Trabzonspor (Turkaland)

Elif Elmas – Napoli (Italia)

Arijan Ademi – Dinamo (Kroatia)

Jani Atanasov – Cracovia (Póland)

Agon Elezi – Varaždin (Kroatia)

David Babunski – Mezőkövesd (Ungarn)

Davor Zdravkovski – AEL (Kýpros)

Stefan Ashkovski – Lamia (Grikkaland)

 

Áleyparar:

 

Bojan Miovski – Aberdeen (Skotland)

Aleksandar Trajkovski – Al-Fayha (Saudiarabia)

Milan Ristovski – Spartak (Kroatia)

Dorian Babunski – Debreceni (Ungarn)

Valon Ethemi – Istanbulspor (Turkaland)

Ilija Nestorovski – Udinese (Italia)

Darko Churlinov – Burnley (Ongland)