Tað var í øllum meldrinum á einari tokstøð uttan fyri allar bøgarðar har á leiðini.
Hon var einsamøll á ferð, púra einsamøll. Vit prátaðu um ferðir okkara: ”á, hevur tú verið har, tað havi eg eisini.” ”Har er fantastiskt!”
Eg kundi so ikki halda mær longur og spurdi hana, um hon ongantíð var bangin, soleiðis at ferðast einsamøll. Hon var ein vøkur, væl snarað og í allar mátar sjarmerandi kvinna, ljóshærd í tunnum summarkjóla. Fyrigevið, at eg eri sjavinistiskur eitt andarhald.
”Nei, nei,” svaraði hon bragdliga, ”eg havi jú hesa.” Og so vísti hon mær regnskjólið. Eitt av hesum gomlu, sum eru sterk sum eitt hvalvákn. Ein frammaná við tí, og tað lirraði ikki í tær.
Eg segði einki. So segði hon goodbye og hvarv í meldrinum upp í ein vogn. Tíverri skuldu vit ikki við sama toki. Hitti hana ikki aftur á mínari longu ferð í Fjareystri.
Eftir hendan prologin skal eg so siga frá, at seinast, eg var í Keypmannahavn, vildi eg havt eitt regnskjól, sterkt sum eitt hvalvákn. Ikki bara tí at tað regnaði illa. Men fyri, eins og tann amerikanska á tokstøðini í India, at verja meg.
Á Vesterbro, har sum eg sum oftast gisti, tá eg eri í Keypmannahavn, er ikki friður úti fyri horum og lummatjóvum Og hesin ólevnaður bara versnar.
Tær svørtu eru tær ringastu, tær mest ágrýtnu, frekastu. Tær fíra ikki fyri at taka upp undir teg og kroysta fyri líka sum at reklamera fyri vøruni, sum fæst uttan MVG og onnur ósexut avgjøld..
Tær kenna eingi býarpartamørk, eru nú komnar heilt oman móti Ráðhústorginum við trolinum úti í bæði borð. Eitt nei takk skilja tær ikki. Komnar beint úr trøunum kenna tær ikki okkara siðir. Ein heil boulevard millum teg og tær er eingin forðing. Tær preia yvir um breiðstræti.
Tað nyttar heldur ikki at skifta kós, 180 stig ella meira. Tær vilja hava meg, har er eingin bøn. Meg og ongan annan beint nú.
Veit ikki, um tær eru so ágrýtnar, tí eirindarleysir og samvitskuleysir bakmenn noyða tær. Havi lisið okkurt um tað. Um so er, duga tær væl at spæla sjónleik, sera væl. Tí tær eru bæði sannførandi og ektaðar í sínum tilboði. Tað er mær, tær vilja sleppa í song við og ongum øðrum.
Lummatjóvarnar kanst tú, tær, sum beinleiðis leggja á teg og káva uppi á tær har, sum lummarnir,, skjóta niður við einum piss off! ella fuck off!. Tær vilja bara hava pengarnar hjá tær, uttan at geva nakað afturfyri, ikki so frægt sum eitt skjótt blowjobb.
Ella á veg heim á hotellið í Tallin nakað væl eftir midnátt og nakrar stórar øl. Tá kemur ein av hesum eysturevropearunum, sum hevur lært kapitalismu skjótt og væl sníkjandi at borði:
”Nice girls, You want nice girls? Very nice girls” og peikar á eitt lýsandi Nightclub longri niðri í gøtuni. Nei takk!
Tá eg komi inn á hotellið, situr hann har við móttøkuna. Hann arbeiðir eisini á hotellinum.
Sat eina ferð aftan fyri tveir danir í flogfarinum á veg niður.
Teir reypaðu óført um sínar upplivingar í Tórshavn by night. Annar spurdi hin:
”Vóru nakrar horur?”
” Ja, ja, men tær kostaðu einki.”
Keypti fyri skjótt 20 árum síðani eina ferð til Teilands frá danskari ferðastovu. Eftir nakrar dagar í Bangkok gekk leiðin til Pattaya, vinarbýin hjá Sodoma og Gomorra.
Har var skipað fyri vitjanum í ymsum syndabølum, horuhúsi til dømis. Ikki umbiðið ella bílagt, skal eg skunda mær at siga.
Men hvat hugsa tey annað á ferðastovum, tá ein maður, 40 ár og einsamallur, vil til Teilands? Tað er fyri at dríva hor, hvat tá?.
Vilja fólk selja seg øðrum at hugna sær við og keyparar eru, so er tað tað. No hard feelings hiðani. Útboð og eftirspurningur. Frí kapping.
Men vælsignaðar horur, kvinnur og menn, úr øllum londum, gevið okkum, sum ikki vilja keypa, frið. Annars fáa tit ein við hvalvákninum.
Hvør man selja regnskjól, sum ikki er gjørd í Kina?