Tá ið tað er sagt, so er spurningurin: hví halda tunnilsfelagið og ávísir politikarar krampaktigt fast við Djúpadal, hví skal náttúran á Sandi eyðrænast?
Tað eru alternativar loysnir, sum ikki eru kannaðar til fulnar. Takið tykkum saman og kannið allar loysnir. Innan fyri múlan er nógvar ferðir betri fyri bæði fólk og náttúru.
Við staðsetingin í Djúpadali koma tit at raka Sands kommunu sera meint. Fólkið og náttúran á Sandi fara at líða undir stórum missi.
Hetta er Føroya størsta verkætlan, men eisini Føroya størsta katastrofa, um illa vil til. Tað er Føroya størsta náttúruoyðing, sum stendur á gáttini, um Djúpadalsætlanin fer av bakkastokki.
Sands vág er lættin upp í valdið hjá Mowi at greiða, ikki er alibrúki og risastóri aliflakin prýðulig at líta á. Eftir øllum sólarmerkjum, um Djúpadalsvitloysi verður veruleiki, fer vegaføringin millum tunnilsmunnarnar at verða lættin upp í hendurnar á Teiti Samulsen og tunnilsfelagnum hvat hettar inniber kenna vit, ófrættakent. Vøkru fjøllini vestan til Sands bygd, eru í ferð við at vera taglað við giga stórum risa vindmyllum, hettar er læti upp í hendurnar á Jóhan í Niðristovu.
Fólkaviljin á Sandi er settur út av spælinum.
Sands bygd stendur fyri stórum náttúru oyðingum. Hvar eru okkara verjar, hvar eru tit sum lovaðu at lekja okkara sár, hvar eru tit sum eiga at savna fólki, viljan hjá Sandingum kenna tit.
Náttúran á Sandi er ein av vakrastu í heiminum. Latið hana tí fáa frið, latið fólki á Sandi hava frið, latið kommunalu vegirnar, sum fólki á Sandi eigur, hava frið, latið havnarlagið hava frið og lat landbúnaðin hava frið.
Vit hoyrdu ein av føroyalands bestu og framskygnu bøndrum, Ottar Hentze, bónda á Uttastovugarði, í miðlunum, har hann meistaraliga greiddi frá, at um innkomuvegurin kom eftir Traðarhamri, so kom tað at hava katastrofalar avleiðingar fyri virksemið bóndans. Hann fór at missa stórt lendi av haganum, tí alt skuldi undir grót og asfalt. Hetta er óneyðugt.
Ì kringvarpinum var greitt frá, at ein maður í ørindum fyri tunnilsfelagið, ein dag í vetur hevði gingið eftir hamrinum, og hann sá ongan kava, “so á Traðarhamri legðist ikki kavi”. Hesa útsøgnini hjá oddvitinum í tunnilsmálinum gjørdi tann staðkendi Ottar so dyggiliga til skammar.
Gloymið ikki, at Ottar er barnvaksin í haganum. Ottar greiddi eisini frá, at í hansara haga, sum er ein partur av Traðarhamri, legst so nógvur kavi, at ikki bar til at hava hegn standandi uppi.
Mín áheitan á løgmann, politikarar, nevndarlimin í Bakkafrost, sum eisini er stjóri í tunnilsfelagnum, er hendan: farið nú og kannið alternativu loysnina innan fyri Múlan - so nær tunnilsmunnanum á Sandoyartunlinum, sum tað ber til.
Hendan loysnin hevur ligið í kortinum, síðani staðsetingin av Sandoyartunnlinum varð veruleiki.
Um loysnin innan fyri Múlan verður veruleiki, kemur Føroya størtsta verkætlan nærum ikki at nerva fólkið á Sandi og okkara vøkru náttúru, tí alt tilfarið sum kemur upp norðansfjørðs, kemur ikki inn í Sands bygd.
Ætlanir eru um at gera eitt grótbrot við tunnilsmunnan, har alt tilfarið, sum verður brúkt til vegakervið, verður knúst á staðnum. Eftir lokið arbeiði verður grótbrotið fylt við tunnilsgróti, soleiðis at einki sár sást í náttúruni. Hervið verður Sands havn og vegakervið á Sandi og fólki á Sandi skránað fyri øllum teimum túsundtals tonsinum sum høvdu komi um havnarlagið á Sandi og verði frakta við sera tungari ferðslu gjøgnum bygdina. Grótbrotið er loysnin.
Hví borgarstjórin í Skálavík - við einum fátali av stuðlum - er so altráur at gera sár í náttúruna á Sandi og eisini í fólkasálina her, kann eg bert gita um. Mítt besta boð er vegaføringin til stóru verkætlanina hjá Bakkafrost í Skálavík.
Latum okkum ikki gloyma, at tunnilssjórin er nevndarlimur í Bakkafrost og hevur stóran áhuga í teirri ætlanini – samstundis sum hann hevur stóra ávirkan á tunnilsætlanina.
Hví Skálavíkar kommuna er ein hoyringspartnari í tunnilsverkættlanini, er merkisvert og illgrunasamt, so kundi Skopunar kommuna tað sama verði ein hoyringspartnari.
Fólkið á Sandi hevur talað á stórum borgarafundi. Innkomuvegurin skal ikki í gjøgnum okkara vøkru bygd, var greiði boðskapurin - tað kemur ikki upp á tal. Punktum.
Tað verður ikki uttan svørðslag, um Djúpadalsætlanin verður vald. Um tað verður neyðugt, verða vit at seta tiltøk í verk við møguligum havnastongsli fyri øllum, sum hevur við tunnilin at gera.
Undanfarna bygdarráð stóð saman, og vit bardust fyri fólkinum á Sandi. Vit skipaðu fyri borgarafundi, vit skipaðu fyri hoyringarskrivi, vit samansjóðaðu fólkið, og samanhald var skjaldramerkið í bygdini tá.
Myndugleikarnir høvdu stóra virðing fyri okkum, tøkk fái øll sjey, sum mannaðu bygdarráðið. Tøkk fái alt fólkið á Sandi, sum trúliga møtti á fundum við greiðum meiningum - tað bleiv lurtað og handlað hareftir.
Núverandi bygdarráð, sum stjórnar bygdini, hevur valt neiligu støðuna at kloyva bygdarráðið og harvið eisini bygdarfólkið í meiriluta og minniluta. Tað er óheppið!
Um vit hyggja eftir undanfarna bygdarráði, har ongin meiriluti og minniluti var, so skapti tað framburð.
Í verandi bygdarráð fór sokallaði meirilutin - uttan at boða minnilutanum frá - einsamallur á hoyringarfund í Løgtingsins fíggjarnevnd. Sjálvandi skuldu øll sjey, sum eru fólkavald, fingið møguleikan at vera við. Úrsliti av hoyringsfundinum frættist í miðlinum Sands kommuna var blivin sera positiv fyri Djúpadals verkætlanini, hvat tað so merkir.
Mín inniliga áheitan á borgarstjóran á Sandi er hendan, kalla alt bygdarráðið saman beinanvegin, standið øksl ímóti øksl fyri at verja fólkið á Sandi.
Okkara sera vakra náttúra má hava ein “verja”, og verjin er Sands kommuna - hvør annar?
Í miðlunum varð sagt, at suðuroyartunnilin er sparkaður út til horna, sum tikið verður til í fótbólti. Málið varð koyrt aftur í fíggjarnevnd løgtingsins.
Tá ið bólturin er farin út til horna, so fara viðhaldsfólkini oftast at rópa “horna í mál, horna í mál”. Tað fara vit á Sandi eisini at rópa, tí vónandi endar suðuroyartunnilin í mál, innan fyri Múlan, sum er rætta málið.
Skjýtur Løgtingið ikki hetta hetta hornasparkið við nærlagni og í rætta málið, so sleppa teir ikki at skjóta horna aftur eftir næsta løgtingsval. Soleiðis sær fólksins dómur út í veljarakanning.
Her eru ikki stundir hjá Sands kommunu at dvølja, viljan hjá fólkinum kenna tit og vit øll.
Latið ikki staðsetingina í Djúpadali blíva ein skammblett í Sands søgu.
Enn einaferð verður suðuroyartunnilin, um hann verður staðsettur innanfyri Múlan - heilsaður vælkomin.
Sjálvandi verða okkara grannar Skúvoyggin við.
Heri Sverrason
Sandur