Felagið hjá Johan Byrial Hansen arbeiðir í hesum døgum við at styrkja seg fíggjarliga. DBu setir krøv til feløgini um, at lønargjaldingarnar ikki skulu verða meira enn 25 prosent av eginognini, og tað er millum annað fyri at lúka hetta krav, at AC Horsens roynir finna fýra milliónir afturat til at styrkja seg við.