Horsens tapti uttan Byrial

Johan Byrial Hansen var ikki við í hópinum hjá AC Horsens til superligadystin ímóti FCK leygardagin. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað fekk FCK. Teir 90 minuttirnir av vanligu leiktíðini vóru farnir, tá ið Peter Ijeh skoraði sigursmálið fyri FCK.