Horvin grønlendingur funnin deyður

Hann hevur verið eftirlýstur í fleiri umførum síðan í november 2019, tá hann hvarv í Narsaq.

Myndin av Jens Anguteeraq Benjaminsen er privat.

 

 

Hin 31 ára gamli, Jens Anguteeraq Benjaminsen, sum seinast varð sæddur í Narsaq hin 12. november í 2019, er nú funnin deyður. Maðurin hevur verið eftirlýstur og leitað hevur verið eftir honum.

 

Men, hann varð ongantíð funnin.

 

Nú er maðurin funnin deyður á einum fjalli nærindis býnum, haðani hann hvarv.

 

Eftir líksýn sigur grønlendska løgreglan, at tannroyndir og ymiskt, sum maðurin hevði uppi á sær, prógva, at tað er líkið av Jens Anguteeraq Benjaminsen, sum nú er funnið.

 

Grønlands Politi leggur aftrat, at kanningar, sum gjørdar eru av líkinum, vísa, at maðurin ikki hevur verið fyri nakrari brotsgerð.

 

Tað var mikukvøldið í vikuni, at løgreglan fekk boðini um, at ein deyður persónur varð funnin í fjøllunum við Narsaq, og fríggjadagin fyrilógu so úrslitini av líksýninum.

 

Maðurin, sum hevur verið saknaður hesa longu tíð, hevur verið eftirlýstur í fleiri umførum. Nú líkið er funnið, hava tey avvarðandi fingi boðini.

 

 

 

Myndin av Jens Anguteeraq Benjaminsen er privat.