Horvna gentan: Løgreglan tekur samanum

Íslendska løgreglan skal brúka hendan dagin øðrvísi enn teir undanfarnu

Íslendska løgreglan og teirra mongu hjálparfólk hava framvegis ikki funnið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir, sum hevur verið saknað síðani seinasta vikuskiftið. Leitað hevur verið víðahvar, men leitingin hevur ikki givið úrslit.

Kanningarleiðarin Grím Grimsson segði í gjár, at hann var vónbrotin av, at leitingin ikki hevði givið úrslit.

- Eg eri vónbrotin, men eg eri sannførdur um, at øll, sum hava verið við í leitingini, hava arbeitt hart. Tað positiva er, at vit nú kunnu "lukka nøkur øki" og leita aðrastaðni, segði Grím Grimsson við RUV.

Nú á middegi hittast løgreglufólk og onnur, sum arbeiða við málinum, fyri at gjøgnumganga allar upplýsingar, sum tey hava.

Einar Guðberg, løgreglufulltrúi, sigur við íslendska kringvarpið, at løgreglan í dag fer at viðgera upplýsingarnar, sum tey hava fingið hesa seinastu vikuna. Tey skulu brúka dagin til at samanlíkna avhoyringar, prógv og ábendingar.

Sambært honum eru ongar avgerandi upplýsingar komnar fram seinastu dagarnar, og tí eru teir báðir menninir, sum eru skuldsettir í málinum, ikki avhoyrdir um vikuskiftið.

Leiting er framvegis í gongd eftir Birnu Brjánsdóttir.